Mjørki forðar tingingum um radara í Føroyum

Danska verjumálaráðfrúan, Trine Bramsen, kemur ikki til Føroya á hesum sinni

Tað verður sagt av Løgmansskrivstovuni í kvøld.

 

Sum vit skrivaðu her á in.fo fyrr í kvøld, so vendi flogfarið við verjumálaráðfrúuni aftur, tí tað fekk ikki lend vegna veður.

 

Fylgið við Trinu Bramsen fór úr Danmark við einum Challenger-flogfari, og hesi flogfør hava ofta trupult við at lenda í Føroyum, tá veðrið ikki er heilt til vildar.

 

– Vegna vánalig floglíkindi er vitjanin hjá danska verjumálaráðharranum, Trine Bramsen, avlýst.

 

– Tí verður tíðindafundurin, sum skuldi vera í Tinganesi eftir ætlaða fundin millum landsstýrismannin í uttanríkismálum og danska verjumálaráðharran, av ongum, sigur Løgmansskrivstovan.