Vitjið Náttúrugripasavnið mentanarnáttina

- Vit bjóða ein kaffimunn frá kl. 15.00, og kl. 20.00-22.00 verður fólk í urtagarðinum og greiðir teimum vitjandi frá plantunum, sigur Náttúrugriparsavnið

Mentanarnáttina er Nátttúrugripasavnið opið til kl. 22. Savnið letur upp sum vanligt kl. 10 á morgni. Her ber til at síggja upphav Føroya í myndum og teksti, beinagrindir av hvali, fisk, fugl og onnur djór. So hevur tú áhuga fyri føroysku náttúruni, er eitt gott hugskot at vitja framsýningina hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð, sigur Náttúrugripasavnið í tíðindaskrivi.

Børnini kunnu loysa stuttligar uppgávur, ið snúgva seg um Føroya náttúru. Eisini kunnu tey sita ella liggja saman við kópinum inni á Látrinum, ið er lesi- og teknikrókur til børn. Har eru eisini nógvar bøkur, ið snúgva seg um føroysku náttúruna. Børnini hava altíð sera stóran áhugað fyri hvítabjørnini, ið er 2,12 m long, og sum er latin savninum sum gáva.

Jarðfrøðin í Føroyum verður lýst bæði við teksti, myndum og lutum. Djóralívið er eisini væl lýst, t.d. ber til at síggja beinagrind av hvalum, skølt av avgusti og kunning er um grindahval og grindadráp. Tað ber til at síggja sera nógv av fiskasløgunum og botndýrunum, ið eru undir Føroyum. Harumframt eru fleiri framsýningarskáp, ið sýna bjargafugl, heiðafugl og smáfugl. Tað ber til at síggja hvítravn standa yvir reiðrinum hjá sær. Seinasti ravnurin við hvítum fjaðrum varð sæddur í 1946. Hetta frábrigdið er bert sæð í Føroyum, onga aðrastaðni í heiminum.

Tey, ið hava áhuga fyri plantum, kunnu nýta høvi at vitja plantufrøðiliga urtagarðin á Debesartrøð. Í urtagarðinum eru uml. 150 føroysk plantusløg, sum eru tikin heim úr bø og haga og plantað har. Har eru bæði vanligar og sjáldsamar plantur, t.d. eru fleiri ymisk sløg av føroyskum píli. Til samans eru uml. 330 føroysk plantusløg, so í urtagarðinum er knappliga helvtin av føroysku plantusløgunum at finna. Planturnar eru væl merktar við skeltum. - Frá kl. 20.00-22.00 verður Annleyg Patursson í urtagarðinum og greiðir frá plantunum. Og vit bjóða ein kaffimunn frá kl. 15.00.

Í framsýningarhølunum er ein sølubúð, ið selur bøkur og tíðarrit, ið snúgva seg um føroysku náttúruna. Eisini ber til at keypa postkort, uppsløg og ymsar minnislutir.

Atgongukostnaðurin til savnið er kr. 20,-. Børn undir 16 ár og pensjónistar sleppa ókeypis inn.