Seks vitini eru avhoyrd í drápsmálinum í Føroya Rætti í morgun. Tvey teirra, ein hýruvognsførari og ein barrvørður, høvdu verið saman við ákærda hendan dagin, 20. november, tá hendingin fór fram og ein maður doyði.
Bæði vitnini vóru samd um, at ákærdi hevði eina lítla kenning, men var ikki skít. Barrvørðurin kendi hann, tí hann plagdi at koma í hetta sama vertshúsið, og hon kundi bara siga, at hann plagdi at vera hampiligur og lættur at hava við at gera.
Fyrrverandi kona ákærda vitnaði eisini. Tey vóru skild fyri fleiri árum síðani, men vóru væl og høvdu regluligt samband. Eisini hon segði, at hann altíð hevði verið hampiligur, har var eingin harðskapur í honum. Og hon plagdi at orðna ymisk praktisk viðurskifti fyri hann, og tað var eisini hana, hann ringdi til hetta kvøldið.