Vitnini stuðlaðu ákærda

Ákærdi bleiv frídømdur fyri tvær av trimum ákærum um harðskap, eftir at vitnini stuðlaðu hansara frágreiðing.

 

 

Føroya rættur hevur í morgun viðgjørt harðskapsmálið, sum ein 27 ára gamal maður var ákærdur fyri at hava framt í vesturbýnum í Havn í mai í ár. Hetta er sami maður, sum er ákærdur fyri at hava sett eld á AA-húsið á Tinghúsvegnum í Havn í fjør summar.

 

27 ára gamli maðurin varð ákærdur fyri fyrst at hava ripað ein stein í høvdið á einum manni, sum svímaði av løstinum og síðani at hava bæði skallað hann og sligið hann, meðan hann var uttan vit. Síðani skal hann hava sligið damuna hjá manninum uttan vit við flatari hond, áðrenn hann at enda sló eitt vitni til hendingarnar og hótti viðkomandi við at senda fólk eftir honum, um hann boðsendi løgregluni.

 

Men tá ákærin hevði endaligu framløguna eftir drúgva rættarmálið, valdi hon at biðja dómaran fríkenna mannin fyri at hava sligið ungu kvinnuna og fyri at hava sligið vitnið. Orsøkin var, at tá vitnini greiddu frá hendingunum í rættinum, stuðlaðu tey í størri mun ákærda enn ákæruvaldinum.

 

Sjálvur greiddi ákærdi frá, at hann mintist millum lítið og einki. Hann mintist, at hann hevði verið í einum balli í Vesturbýnum, og at hann og órættaði høvdu steinað hvønn annan við smáskervi, men bara í spølni, segði hann. Hann noktar fyri at hava steinað hin í høvdið og fyri at hava framt harðskap móti nøkrum ella hótt nakran.

 

Í dag hoyrdi Føroya rættur so frágreiðingarnar frá vitnunum. Órættaði maðurin, kvinnan, sum varð sligin, grannin, sum varð hóttur og ein annar granni søgdu øll sína søgu í rættinum. Felags fyri tey øll var, at tey ikki høvdu somu fatan av støðuni sum ákæruvaldið.

 

Maðurin, sum skal hava verið steinaður minnist einki til hendingina. Hann veit, at hann hevur fingið ein løst, men sigur seg einki minnast til, at teir hava skeldast ella at áfast hevur verið millum teir. Hann minnist heldur einki til, at teir hava steinað hvønn annan.

 

Hann sigur, at tey vóru í einum balli og tað næsta hann minnist, er at hann vaknar á sjúkrahúsinum. Hann gongur út frá, at hann er dottin og hevur sligið høvdið í.

- Eg eri heilt vísur í, at ákærdi ikki hevur steinað meg, segði hann í rættinum.

 

Kvinnan, sum heldur saman við órættaða, men er eks-daman hjá ákærda, minnist heldur einki til hvørki steining ella sløg. Hon greiðir frá, at ákærdi og órættaði fóru at skeldast, men at tey tá valdu at fara. Komin út um, varnaðist hon tó, at órættaði svímaði, tó uttan at hon veit hví. Hon helt, at tað kanska var, tí hann hevði sligið høvdið fyrr um kvøldið, tá hann dansaði.

 

Hon onktaði eisini staðiliga fyri, at ákærdi hevði sligið seg.

- Tað kundi hann ikki funnið upp á, segði hon.

 

Vitnini stuðlaðu heldur ikki ákæruvaldinum stórvegis. Tann, ið skal vera sligin og hóttur, segði seg ikki hava tikið hóttanina fyri fult og meinti ikki, at talan var um eitt veruligt slag.

- Hann segði alla tíðina við meg, at hann ikki fór at gera mær nakað. Eg haldi, at sokallaða slagið heldur var eitt vinarligt klapp á kjálkan, greiddi hann frá.

 

At enda valdi ákærumyndugleikin tí at heita á dómaran um at fríkenna mannin fyri tvær av ákærunum, hóast hon legði upp til, at vitnini høvdu broytt frágreiðing í mun til hvat tey søgdu, tá løgreglan avhoyrdi tey beint eftir hendingarnar.

 

Ákærin helt tó fast við ákæruna um, at hann hevði steinað ein mann og síðani skallað og sligið hann, meðan hann var uttan vit, og at hann skal hava hótt vitnið.