– Føroyskar fyritøkur, eisini tær í frálandavinnuni, fáa við dagførdu dupultskattaavtaluni við Grønland betri umstøður at virka undir og at gera íløgur í Grønlandi
Tað sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi í kvøld. Fíggjarmálaráðið skrivar, at fíggjarmálaráðharrarnir í Grønlandi og Føroyum, Vittus Qujaukitsoq og Jørgen Niclasen, hava í dag avtalað og undirskrivað dagføringar í dupultskattaavtaluni millum Grønland og Føroyar.
– Í høvuðsheitum bera dagføringarnar í sær, at tað gerst høgligari hjá føroyskari frálandavinnu og vinnu á landi at virka og gera íløgur í Grønlandi, skrivar Fíggjarmálaráðið, sum endurgevur Jørgen Niclasen fyri at siga, at kappingarførið ímóti útlendskum kappingarneytum er avgerandi fyri okkara vinnufyritøkur.
– Tí eri eg sera fegin um, at umstøðurnar hjá føroyska vinnulívinum í Grønlandi gerast betri. Samgongan hevur sett sær fyri at dagføra dupultskattaavtalur við onnur lond, og avtalan í dag er fyrsta stigið á hesi leið, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri sambært Fíggjarmálaráðnum.
Tilsamans eru átta viðurskifti broytt og dagførd í dupultskattaavtaluni millum Føroyar og Grønland.
Her eru nakrar av teimum mest týðandi dagføringunum sambært Fíggjarmálaráðnum:
• Higartil hava ongar ásetingar verið um skatting av frálandavirksemi. Í dagførdu avtaluni eru reglur um skatting av frálandavinnu, ið gera føroyskar fyritøkur fult kappingarførar við fyritøkur í grannalondum okkara
• Vinna á landi, herundir byggifyritøkur, kann nú virka í seks mánaðir í Grønlandi uttan at fyritøka og teirra føroysku starvsfólk verða skattskyldug í Grønlandi. Frammanundan var tíðarfreistin tríggjar mánaðir. Eisini henda dagføring bøtir um føroyska kappingarføri.
• Føroyskar fyritøkur, sum higartil hava gjørt íløgur í grønlendskar fyritøkur, hava goldið meira enn 40% í vinningsbýtisskatti í Grønlandi. Nú lækkar hesin skattur niður í 35%.
Fíggjarmálaráðið endurgevur eisini Jens Meinhard Rasmussen, stjóra á Skansi Offshore og Hans Andrias Joensen, stjóra á Thor fyri at siga, at teir eru væl nøgdur við, at vit nú hava fingið avtalu við Grønland, ið tryggjar føroyskari frálandavinnu fult kappingarføri mótvegis fyritøkum í grannalondum okkara.
Sambært Fíggjarmálaráðnum vónar Jørgen Niclasen, at føroyskar fyritøkur nú fara at brúka nýggju møguleikarnar til gagns fyri fyritøkurnar sjálvar, teirra starvsfólk og Føroyar sum heild.
Samráðingar um dagføring av dupultskattaavtaluni byrjaðu í Grønlandi mánaðarskiftið august/september 2013, tá Jørgen Niclasen var á vitjan hjá grønlendska starvsbróðurinum. Í november vóru samráðingar á embætismannastigi, og í gjár bað Jørgen Niclasen um ráðføring frá uttanlandsnevnd Løgtingsins um málið. Uttanlandsnevndin tók fult undir við dagføringunum, sum skulu samtykkjast í Løgtinginum og Inatsisartut, áðrenn tær fáa virknað.
Vittus Qujaukitsoq, fíggjarmálaráðharri, vitjar í Føroyum ávegis til Íslands og kunnar seg um føroysk viðurskifti. Hann skal vitja bæði almennar stovnar og privatar fyritøkur.