Vladimir Kramnik fingið avbjóðara

Tað verður hvørki Gary Kasparov ella nakar annar telvari,sum fær møguleikan ímóti Kramnik í oktober mánaða í ár. Tað verður nevnliga heimsins sterkasta talvforrit, Deep Fritz 7, sum vann sær sæti yvir av Kramnik, tá tað vann finaluna á Deep Junior herfyri

 

Talv:


Mest umtalaða talvforrit er helst Deep Blue, sum í 1997 vann ein stuttan dyst á Kasparov. Mennirnir aftanfyri Deep Blue hava tó seinasta árið hildið seg í skugganum, og gav hetta møguleikan til Deep Fritz 7 og Deep Junior, sum eru kendastu og sterkastu aktivu forritini í løtuni.

Tað er Braingames.net sum eisini skipaðu fyri HM dystinum millum Kasparov og Kramnik, ið hava fingið hendan tvídyst í lag.


Ótrúlig vend

Telvast skulu 24 talv, og eftir fimm talvum hildu flest øll at avgerðin longu var follin, tí Deep Junior hevði við frálíkum álopspsæli lagt seg á odda heili 5-0. Men so fann Deep Fritz verjuspælið fram, og eisini góða spælið fram. Tá dysturin var komin hálva leið var støðan 8,5-3,5 til Deep Junior.

Seinnu helvt vann Deep Fritz, sum hevði funnið veikleikar Deep Juniors, við somu skoru, sum merkti at 12-12 bleiv endaliga støðan, og umdystur bleiv tí leiktur. Hendan vann Deep Fritz 2-0, og sleppur tí at royna seg ímóti sjálvum heimsmeistarnum í oktober.

Á vári 2002 verður telvari funnin sum sleppur at royna seg, menniskja ímóti menniskja, ímóti Kramnik í oktober 2002. Merkiligt at hugsa sær at Kasparov er noyddur at telva seg í finaluna, men so er og verður.


Sokolov og Radjabov javnir

Tann kendi stórmeistarin Ivan Sokolov, sum í fleiri førum hevur vitjað Føroyar, telvaði við í stórkappingini Dos Hermanas í Spania herfyri. Millum teir tíggju telvarnir varð eisini 14 ára gamli stórmeistarin Teimour Radjabov, sum var við í GM kappingini í heyst í Havnini. Radjabov hevði lægsta ratingtal í bólkinum.

Omanfyrinevndu telvarar vórðu ongantíð rættiliga við í toppstríðnum, men endaðu báðir á einum deildum áttinda plássi við fýra stigum av níggju møguligum, sum var eitt megnarúrslit hjá unga Radjabov, men heldur ivasamt hjá Sokolov. Vinnarir blivu Alexey Dreev og Ilia Smirin við hálvumsætta stigi hvør.