Vocal Group Ars Nova

Tíðindaskriv

 

Hóskvøldið kl. 19.30 verður konsert í Norðurlandahúsinum við kenda danska kórinum Vocal Group Ars Nova. Við í kórinum eru 12 sangarar, og er hetta kór eitt tað besta í øllum Skandinavia, tey syngja serliga polyfonan og nýggjan kórtónleik.

Kórið hevur útgivið nógvar væl umtóktar fløgur og hevur sungið meir enn 1000 konsertir um allan heimin.

Kórleiðari er Tamás Vetö frá Ungarn, men kórið hevur eisinini arbeitt saman við so forkunnugum nøvnum sum: Peter Philips (The Tallis Scholars), Bruno Turner (Pro Cantione Antiqua) og Paul Hillier (The Hilliard Ensemble, Theatre of Voices), sum síðan 1997 hevur verið gestakórleiðari hjá kórinum.

Ars Nova hevur verið slóðbrótari innan polyfonan kórtónleik og hevur sungið meistaraverk eftir Josquin des Prez, Thomas Tallis, Orlando di Lasso og Giovanni Palestrina. Innan tann nýggja tónleikin stílar Ars Nova serliga eftir at syngja tónleik frá eftir uml. 1950.

Á konsertinini í Norðurlandahúsininum verða sungin m.a. verk eftir: Erik Bergman, Einojuhani Rautavaara, Cecilie Ore og Sunleif Rasmussen.