Vodafone letur upp í Saltangará

Leygardagin klokkan 10 let­ur Vodafone upp nýggjan hand­­il og skrivstovu í Sal­t­ang­­ar­á. Hetta er ein liður í, at Vodafone ynskir at koma nærri kundunum í Eyst­ur­oynni.

Fólk kunnu síggja fram til ein spennandi og ný­mót­ans handil, ið altíð er klárur at veita góða tænastu og nýggj­astu vørurnar á fjar­skif­t­is­mark­n­að­i­num, sig­ur Suni Justi­n­us­sen, sølu- og mark­n­að­a­r­stjóri hjá Voda­fone.

Við nýggja handlinum verð­ur sniðið og stílurin hin sami sum Í Vodafone handl­u­num Í SMS og Í Klaks­vÍk, so tann vitjandi fær sama upplivilsi í øllum Voda­fone handlunum.

Dagurin verður sjálv­sagt merkt­ur av góð­um upp­lat­i­ng­ar- og køt­i­l­boð­um, liv­andi tónleiki og undirhaldi, um­framt at okkurt gott verð­ur til góman, bæði til vaks­in og børn.

Skrá­in fyri leygardagin 17. august
Kl. 10.00: Handilin opnar
Kl. 13.00: Angela og Hannibal undirhalda
Kl. 14.30: Signar í Homrum syngur
Handilin í Saltangará hevur annars vanliga opið
Mána- til hósdag: kl. 10.00 - 17.30
Fríggjadag: kl. 10.00 - 18.00
Leygardag: kl. 10.00 - 14.00