TíÐindaskriv
Vodafone Ísland, sum hevur havt ein ognarpart uppá 14% í Kalli, keypti hósdagin 7. juli meirilutan av partabrøvunum og felagið eigur nú 82,1% av felagnum.
Kall og Vodafone hava samstarvað í fleiri ár. Samstarvið hevur higartil mest verið av tøkniligum slag, men við keypinum verður helst talan um enn tættari samstarv eisini á sølu og marknaðarsíðuni.
Fyri viðskiftafólkini hjá Kalli fær keypið jaligar fylgjur. Við at verða ein partur av ein størri samskiftissamtaki verða nýggj-ar tænastur skjótari á føroyska marknaðinum enn annars.
Keypið merkir eisini, at Vodafone trýr uppá føroyska marknaðin og á kappingina her á landi. Kall verður við keypinum eitt munandi sterkari felag í Føroyum.
Vodafone er skrásett á Íslendska partabrævamarknaðinum. Við keypinum verður gjøgnumskygni hjá Kalli størri og hetta setur nýggj krøv til fyrisitingina av felagnum.
Kursurin, sum Vodafone rindaði fyri partabrøvini í Kalli, var 1800. Hetta merkir, at gomlu eigararnir, herímillum Framtaksgrunnur Føroya og Notio hava fingið eitt gott avkast av íløgu sínum. Við hesum handli er marknaðarvirðið av Kalli ásett til 61 mió.kr. Tað er Kauphting Føroyar, sum hevur staðið fyri søluni av partabrøvinum í Kalli til Vodafone Ísland.
Kall var sett á stovn av fleiri vágafúsum útlendsk-um og føroyskum íleggjar-um, sum samanlagt settu uml. 36 mió. DKK í felagið. Við søluni kann staðfestast, at tilber at gera váðafúsar íløgur í Føroyum við góðum úrslitum. Nevnd og leiðsla frøðast yvir, við greiðum málsetningum og dugnaligum starvsfólkum, at hava verið við at skapa eitt gott avkast til íleggjarar felagsins.
Stutt um Kall (www.kall.fo)
Umsetningur 2004: 51 mió.DKK
Starvsfólk: 18
Stjóri: Bjarni Askham Bjarnason
Nevndarformaður: Óli Hansen
Stutt um Vodafone Ísland (www.ogvodafone.is)
Umsetningur 2004: 660 mió.DKK
Starvsfólk250
Stjóri: Eirikur S. Jóhannsson
Nevndarformaður: Skarphéðinn Berg Steinarsson
Felagið fæst við: Telesamskifti, Sjónvarp, Útvarp, Internet og blaðútgávur
Millum dóttirfeløg
felagsins teljast: "365" sum rekur m.a. sjónvarpsstøðina Støð 2, Frettablaðið, útvarpsrásina "Bylgjan" og internetportalin visir.is
Lina.net, sum veitir breiðbandstænastur