Føroyski búskapurin stendur í stað, meðan føroyingar í vaksandi mun leita uttanlands at arbeiða
Tað staðfestir Búskaparráðið í síni heystfrágreiðing.
Búskaparráðið skrivar millum annað:
Tað er merkisvert at staðfesta, at”prís-deflateraða” miðallønin sum heild hevur verið stagnerandi seinastu 10 árini. Hetta bendir á eitt stagnerandi BTÚ í føstum prísum hesi seinastu 10 árini. Slíkt er merkisvert, tí ein búskapur kann vanliga ikki vera vøkstur fyriuttan. Alternativið til positivan vøkstur er vanliga ikki null-vøkstur, men negativur vøkstur í longdini, sum aftur elvir til fráflyting og neiligar ringrásir, sum kunnu vera ringar at sleppa burturúr.
- Tað merkir í stuttum, at aktiviteturin í føroyska samfelagnum er á sama støði sum fyri 10 árum síðani, sigur Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum.
Samstundis staðfestir Búskaparráðið, at føroyingar í vaksandi mun leita sær uttanlands at arbeiða. Og tað merkist so aftur í landskassanum, sum ikki fær skattainntøku frá hesum parti av landsins borgarum.
Í síni heystfrágreiðing lýsir Búskaparráðið støðuna soleiðis:
Henda lønarinntøkan lá um stívliga 300 milliónir krónur árini 1998-2004. Síðani tá er hon vaksin í stórum á hvørjum ári, so at í 2011 arbeiddu føroyingar uttanlands fyri 850 milliónir krónur, og eru hetta í Føroyum partvíst óskattaðar inntøkur. Hetta svarar til 11% av øllum lønum, vunnar í Føroyum og uttanlands. Roknað í mun til bruttotjóðarúrtøkuna, svara hesar lønir frá uttanlandsvinnu til 6,5 prosent. Samanbera vit við onnur lond í Evropa eru Føroyar tað landið, sum fær nógv tað størsta ískoytið til búskapin frá lønum, sum verða vunnar uttanlands.
Búskaparráðið eftirlýsir tí eina endurskoðan av dupultskatta-avtalum við onnur lond. Tað er neyðugt fyri at styrkja inntøkugrundarlagið hjá tí almenna, metir ráðið.
Hoyr samrøðu við Sverra Hansen við at trýsta á pílin undir myndini.
Les eisini:
Búskaparráðið ivast í yvirskoti í 2016