Volunteer heimahoyrandi á Eiði

Tað er ikki rætt, tá vit á Portalinum í gjár skrivaðu, at línuskipið Volunteer nú er heimahoyrandi á Strondum. Felagið, sum hevur keypt skipið, er heimahoyrandi á Eiði. Tað er Sp/f Volli, sum hevur keypt línuskipið Volunteer, og hetta felag er heimahoyrandi á Eiði.

Eigarar av Sp/f Volli er Bátafiskur á Eiði og nakrir av teimum, sum mannaðu skipið.

Einasta tilknýti, sum felagið, ið nú eigur skipið, hevur til Strendur, er, at stjórin í Bátafiski á Eiði býr á Strondum.

Volunteer hevur havt heimstað í Runavík heilt síðan 1979, og maðurin aftanfyri skipið og ímyndin av Volunteer øll hesi ár hevur verið Jack Højgaard.

Línubáturin hevur leingi staðið á sølulista, og nú er hann so seldur felagnum Sp/f Volli, sum altso hevur heimstað á Eiði - og ikki á Strondum.

So er tað komið upp á pláss.