Vón í autentiskum leiki

Tað var fullsett í Finsen, tá Jógvan Andrias Joensen fór á pall við nýskrivaða einmansleikinum “Kom bara inn, eg skal ikki gráta”.

Vit fingu orð á Jógvan Andrias eftir frumframførsluna í gjárkvøldið.

 

Tað er Ria Tórgarð, sum hevur skrivað. Fyri tónleikapartinum stendur Edvard Nyholm Debess.

Leikurin lýsir veruligar hendingar, sum Jógvan Andrias hevur upplivað sum smádrongur, hvørs ólukkuliga útfall var einsemi og vónloysi. Og sum hann hevur stríðst fyri at vinna á, og nú er klárur at siga frá.

 

- Eg hevði eina góða kenslu áðrenn eg fór á pall, og nú eftir framførsluna vil eg siga tað sama. Eg havi verið í góðum hondum, - alt mítt lív. Tað eru sjálvandi fleiri eg havi hug at takka, mong av teimum vóru til sýningina í gjárkvøldið. Nøkur eru ikki millum okkum longur, men teimum sendi eg góðar tankar hvønn dag. Tó vil siga at uttan dygga stuðulin frá Rudolf Joensen, Riu Tórgarð og Súsannu Tórgarð stóð eg ikki á pallinum í gjárkvøldið, sigur Jógvan Andrias ikki sørt merktur av støðuni.


- Tað eru nøkur ár síðani eg byrjaði at umhugsa at siga mína søgu. Men tað, sum gav mær íblástur til at hugsa pallseting av søguni var ein einmansleikur, sum eg sá Noreg fyri just 3 árum síðani, sigur Jógvan Andrias.

 

- At leikurin verður sýndur nú, 50 ár aftaná at Felagið Javni var sett á stovn, er ikki tilvildarligt. Eg minnist gott aftur á, tá ráki vendi, og vit í størri mun enn áður fóru at taka okkum av okkara eygnu sjúklingingum. Tað kunnu vit vera stolt av í dag. Fyri mær er Javni ímyndin av rákinum, sigur Jógvan Andrias Joensen.

 


Einmansleikurin "Kom bara inn, eg skal ikki gráta" verður sýndur í Finsen hesa vikuna. Leikurin verður sýndur í Finsen hesa vikuna kl 20. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo . Ikki seld atgongumerki kunnu keypast við dyrnar.

Síðani er ætlanin er at fara kring landið við leikinum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##