Vónbrot skulu vaskast burtur

Felags fyri FC Suðuroy og KÍ er, at liðini í dag skulu reisa seg eftir vónbrot síðsta sunnudag

Annað vikuskifti á rað eru klaksvíkingar farnir um Suðuroyarfjørð. Sunnukvøldið høvdu teir øgiligt vónbrot við sær norður aftur. Fyri aðru ferð í ár var úrslitið á útivølli ímóti TB 1-1, og KÍ hevur skorað øll fýra málini!

 

Um tríggjar vikur skal FC Suðuroy spæla eitt slag av finalu um plássið í bestu deildini ímóti AB. Men tað eru eisini aðrir dystir, sum verða avgerandi fyri lagnuna hjá FC Suðuroy, sum eigur tveir heimadystir eftir. Umframt ímóti KÍ seinnapartin er tað ÍF í næstsíðsta umfari. Úrslitini í hesum dystununum saman við úrslitinum ímóti EB/Streymi á útivølli um eina viku verða øgiliga avgerandi fyri, um talan verður um niðurflyting ella ikki.

-Vit taptu stórt í Runavík. Ofta reisa lið seg eftir ikki góð avrik, og tað fara vit at gera í dag ímóti KÍ. Eg vóni og rokni eisini við, at TB fer at geva AB dygga mótstøðu, sigur Símun Samuelsen, sum tvær tær seinastu ferðirnar hevur verið millum teir fyrstu ellivu hjá FC Suðuroy.

Høgni Madsen og Jón Krosslá Poulsen, sum vóru leikbannaðir ímóti NSÍ, eru tøkir aftur.

 

Klaksvíkingar hava í vikuni arbeitt við at vaska vónbrotið burtur, sum tað var at missa tvey stig á stokkinum ímóti TB:

-Tað, sum er farið, er farið. Talan er um nýggja støðu. Tað eru seks dystir eftir, og vit rokna framvegis við møguleikanum at vinna pláss í Europa. Tað snýr seg um rættan hugburð og hart arbeiði, og tí hugburðinum eru vit farnir suður til Vágs við. Vónbrotið frá sunnudegnum í Trongisvági er ikki við í ferðalagnum, sigur KÍ málverjin Meinhardt Joensen.

Henry Heinesen er við aftur eftir leikbann.  Annars er KÍ mannfallið stórt: Páll A. Klettskarð og Kenan Hajdarevic eru skaddir, Jákup B. Andreasen er leikbannaður, og loyvini hjá Sani Tahir eru framvegis ikki komin upp á pláss.