- Eg vóni, at veiðiliðið og móttøkuliðið í felag kunnu loysa avbjóðingina sum best, soleiðis at mest møguligt av tilfeinginum kemur til sættis her heima, sigur Árni Skaale. Mynd: Álvur Haraldsen.

- Vóni at skip og virki loysa avbjóðingina sum best

Nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur í løtuni ongar ætlanir um at gera undantak við kunngerð, sum kann loyva skipum at landa ein størri part av veiðini uttanlands.

 

- Eg vóni, at veiðiliðið og móttøkuliðið í felag kunnu loysa avbjóðingina sum best, soleiðis at mest møguligt av tilfeinginum kemur til sættis her heima, sigur Árni Skaale. Mynd: Álvur Haraldsen.

Nú uppsjóvarskip hava fingið nógvan svartkjaft, og stórt trýst hevur verið á móttøku og framleiðslu hjá Havsbrún, hevur spurningurin verið frammi, hvørt landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eigur at loyva skipum at landa ein størri part av veiðini uttanlands. 

 

Seinastu tíðina hava skip og manningar stundum verið noyddar at bíða eftir landingartørni, og hetta hevur í ávísan mun kostað í mistari fiskitíð - og kanska eisini í mistari góðsku á fiskinum. 

 

Men, nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale, hevur í løtuni ongar ætlanir um at gera undantak við kunngerð, sum kann loyva skipum at landa ein størri part av veiðini uttanlands.

 

- Sambært galdandi lóg skulu skipini landa 85 prosent av hvørjum fiskaslagi sær í Føroyum. Tað er hetta, sum eg í útgangsstøðinum skal halda meg til. 

 

Árni Skaale vísir á, at í lógini er kortini rúm fyri at gera undantøk. 

 

- Eg kann sum landsstýrismaður gera undantak og loyva einum størri parti av tilfeinginum av landinum. Men, skulu undantøk loyvast, skal grundarlagið fyri undantakinum lýsast, eins og metast skal um sølumøguleikar fyri fiskaslagnum uttanlands 

 

Landsstýrismaðurin sigur, at metast skal eisini um kapasitetin í Føroyum at taka ímóti hesum fiski.

 

- Tað er sjálvandi ógvuliga harmiligt, at skip liggja og bíða eftir landingartørni, tá bíðitíðin onkuntíð gerst long, soleiðis sum vit hava sæð seinastu tíðina. 

Kortini metir landsstýrismaðurin ikki, at grundarlag í løtuni er fyri at brúka undantaksregluna, sum lógin heimilar honum.

 

Men, tá skipini hóast alt kunnu landa 15 prosent av eitt nú svartkjaftinum uttanlands - hvussu ber tað tá til, at vit ongar føroyskar landingar síggja uttanlands í løtuni, nú trýstið er so stórt?

 

- Eg trúgvi, at uppsjóvarskipini goyma møguleikarnar til landing av svartkjafti uttanlands til tíðina, tá svartkjafturin plagar at koma aftur í føroyskan sjógvi í apríl.

 

Árni Skaale heldur, at tað serliga er í apríl og mai, at tørvurin at fara uttanlands við onkrari svartkjaftalast er størstur.

 

Samstundis, sum hann ikki ætlar at loyva undantøkum í løtuni, fegnast landsstýrismaðurin um góða svartkjaftafiskiskapin, sum skipini hava og hava havt hesa seinastu tíðina.

 

- Eg vóni, at veiðiliðið og móttøkuliðið í felag kunnu loysa avbjóðingina sum best, soleiðis at mest møguligt av tilfeinginum kemur til sættis her heima, sigur Árni Skaale.

 

##med2##

 

 

 

- Eg vóni, at veiðiliðið og móttøkuliðið í felag kunnu loysa avbjóðingina sum best, soleiðis at mest møguligt av tilfeinginum kemur til sættis her heima, sigur Árni Skaale. Mynd: Álvur Haraldsen.

- Sum er, fari eg ikki at loyva, at meira verður landað uttanlands, enn lógin ásetir. Mynd: Álvur Haraldsen.