Kristoffur var skjótur at svara. Longu somu nátt skrivar hann á Vágaportalinum, at hann skal kanna málið.
Tað tykist mær løgið, at ein maður fyrst skrivar ein pástand í bløðini, og síðani lovar at kanna, um pástandurin er rættur. Hann skuldi sjálvandi heldur havt kannað málið fyrst, og so kanska skrivað um tað aftaná.
Gevur sær sjálvur rætt
Eftir at hava kannað sín egna pástand í nakrar dagar, er Kristoffur endiliga komin til tað (ikki heilt óvæntaða) úrslit, at hann hevði rætt. Men nú hevur hann ikki bara funnið útav, at Sambandsflokkurin var ímóti, at føroyingar fingu sítt egna flogfelag. Nei nú hevur Fólkaflokkurin eisini verið ímóti.
Maðurin skrivar, at hann hevur hugt í Løgtingstíðini, eftir tingmáli nr. 20 í tingsetuni 1987. Har sigur hann seg hava sæð (í álitinum), at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin atkvøddu ikki fyri at stovna eitt føroyskt flogfelag.
Fleiri feilir
Hetta má sigast at vera illa lisið. Fyri tað fyrsta, so verða álit altíð skrivað áðrenn atkvøðugreiðsluna, og tí kann tað av góðum grundum ikki standa í álitinum, hvussu flokkarnir atkvøddu.
Fyri tað næsta, so stendur ikki í Løgtingstíðindum, hvussu hvør einstakur tingmaður ella flokkur atkvøddi. Har stendur bara, at 20 atkvøður vóru fyri, og eingin var ímóti. Tá í tíðini var ikki vanligt at atkvøða ímóti einum máli, og tí sæst ikki út frá atkvøðutølunum, hvussu nógvir tinglimir vóru á fundi, tá atkvøðugreiðslan fór fram. Men onkrar av hasum 20 atkvøðunum mugu so í hvussu so er vera komnar frá Sambandsflokkinum ella Fólkaflokkinum, tí teir áttu 7 tinglimir í part, og trekkja vit tvær ferðir 7 frá 32, so koma vit niður um 20, so hatta ”prógvið” sær út til at detta sundur í límingini.
Semja var um flúgvingina
Tað sum Løgtingstíðindi siga um tingmál nr. 20/1987 er, at skiftandi landsstýri høvdu í mong ár arbeitt við spurninginum um føroyska luttøku í millumlanda flúgving. Ein trupulleiki hevði verið, at tað var kostnaðarmikið at koma í gongd, og harafturat manglaðu útbúgvin fólk á øllum økjum. Tí hevði landsstýrið gjørt avtalu við eitt danskt flogfelag (Cimber Air) um í felag at stovna eitt partafelag, har føroyingar skuldu eiga 51%, og eisini skuldi Cimber hjálpa til við at útbúgva fólk.
Kristoffur sigur, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin vildu hava eina loysn saman við Danair/Mærsk Air um eitt danskt-føroyskt flogfelag, meðan aðrir flokkar vildu hava eitt føroyskt flogfelag. Tað stendur ikki í Løgtingstíðindum. Har stendur, at allir flokkar høvdu ynski um, at føroyingar skuldu uppí flúgvingina, men ósemja var um, hvørt tað var rætt at binda seg til Cimber Air, áðrenn aðrir møguleikar vóru kannaðir út í æsir. Eingin tosaði um eitt 100% føroyskt flogfelag. Minnilutin fanst at manglandi kunning um tann fíggjarliga partin og tað løgfrøðisliga í sambandi við samstarvsavtaluna. Hildið varð eisini, at nakrir praktiskir spurningar í sambandi við flúgving og viðlíkahald ikki vóru nóg greidliga lýstir. Tað er ikki tað sama sum at vera ímóti, at føroyingar komu uppí flúgvingina.
Endi
Tað gevur onga meining at brúka ov nógva tíð til at kjakast um hetta, men eg helt kortini, at tað gjørdi einki um fólk, ið koma við ymiskum leysum pástandum, onkuntíð sleppa at prógva tað, tey siga – ella, sum í hesum førinum – sleppa at visa, at tey hava eingi prógv.