Um hálvgum eitt tíðina í gjár var løgreglan í miðbýnum í Havn, tí nøkru fólk vóru í hornatøkum og um at fara til hendurs. Løgreglan royndi at sissa tey, og eftir einar tvær slíkar royndir sissaðust tey so mikið, at tey fóru í hvør sína ætt, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Ein fráboðan kom til løgregluna um nøkur ross, sum gingu leys á Oyggjarvegnum oman fyri Havnina.
Vaktleiðarin sigur, at tey vóru sloppin úr einari gyrðing, men at rossafólkini sum altíð vóru skjót á staðið og fingu tey upp á pláss aftur.
Annars hevur tað verið eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni, sum eisini var úti í norðurøkinum og kipti nummarplátum av seks bilum, sum annaðhvørt ikki hava rindað fyri trygging ella vegskatt.