TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við hjálparvenjaran hjá føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti, Bartal Eliasen, aftaná 3-0 hálvfinalusigurin á Minorka, sum tryggjaði føroyska liðnum enn ein finaludyst ímóti Saaremaa.
Bartal slær fast, at tað var neyðugt, at føroysku kvinnurnar vóru til reiðar ímóti Minorka, sum hava verið raskar í bólkaspælinum. Tað vóru tær føroysku kvinnurnar eisini, og nú bíðar enn ein finala ímóti Saaremaa. Bartal væntar eina javna og spennandi finalu ímóti Saaremaa.