Voxbotn avdúkar enn eitt føroyskt stórnavn

Fyriskipararnir av Voxbotn kunnu í dag avdúka, at Danny & The Veetos verður millum mongu nøvnini, sum fara á pall á Okkara Voxbotn 2018, sum verður leygardagin 30. juni.

 

Danny & The Veetos mann nokk teljast millum best umtóktu tónleikabólkarnar í Føroyum. Løg sum “Sunnukvøld í mai” og “Allright” eru nærum blivin fólkaogn og á teimum konsertum, sum bólkurin hevur spælt, hevur bólkurin altíð megna at fingið allar áhoyrararar við.

 

Bólkurin er mannaður av Danny Baldursson, Páll Brim Joensen, Robert Waagstein, Jóhan Nolsøe, Símun Dam, Leivur Vitalis og Rúna Hentze, sum saman spæla lívsjáttandi pop-folk tónleik.

 

Umframt Danny & The Veetos, er longu avdúkað, at Nephew, Gilli, Byrta og Hardinger Band eisini fara á pall á Okkara Voxbotn 2018. Komandi tíðina verða enn fleiri nøvn avdúkaði.