Voxbotn er byrjað

Fitt av fólki hava longu leitað sær oman í Voxbotn, sum byrjaði kl 15.00. Serliga fyrsta tíman vóru serliga barnafamiljur á økinum. Nú spælur Beinir á stóra palli, og eftir at hann er liðugur verður Marius at hoyra á sama palli

Fitt av fólki hava longu leitað sær oman í Voxbotn, sum byrjaði kl 15.00. Serliga fyrsta tíman vóru serliga barnafamiljur á økinum. Nú spælur Beinir á stóra palli, og eftir at hann er liðugur verður Marius at hoyra á sama palli. 

Hóast tað hevur regnað allan morgun er nú bæði turt og stilt, og sæmbært forsøgnini verður veðrið gott restina av kvøldinum. 

Stóru útlendsku nøvnini U.D.O, Samantha Fox og John Martin verða eisini øll at hoyra í somu raðfylgju á stóra pallinum eftir at Marius er liðugur at spæla. Eftir tað koma Byrta og síðani Eyðun og Terji á stóra pall. 

Á minna pallinum ger Marni Kruse seg kláran at spæla við bólki. Hann byrjar klokkan 17.30. Marni hevur fingið mannað bólkin við vinmonnum úr tónleikaháskúla hann hevur gingið á í Danmark.

Eftir Marna Kruse koma Stanley, Jógvan Joensen, Flamma, SIgnar & John og til endans endar føroyski rappbólkurin Swangah kvøldið á minna pallinum.