Voxpop við Múrin

Christian Mouritsen

Hví ert tú við Múrin?

Eg vildi fyrst og fremst heilsa upp á fólk.


Hvar býrt tú við Múrin?

Eg koyri sjálvur ímillum, tí nú fótbólturin er, so drekkur mann ikki.


Hvat er tað besta?

Tað er at heilsa upp á fólk. Men eg gleði meg eisini til Tiesto.


Hvat er tað ringasta?

At tað kostar so nógv fyri ein einstakan dag.


Hvat gleðir tú teg til?

At síggja fólk og at hoyra Tiesto.


--


Fríða Eysturoy

Hví ert tú við Múrin?

Tí tað er spennandi, og so er tað øgiliga gott, at tey hava okkurt til fleiri aldursbólkar.


Hvar býrt tú við Múrin?

Vit koyra ímillum til Havnar.


Hvat er tað besta?

Pipar og Salt var stuttligt, og gyklaralandið er eisini gott.


Hvat er tað ringasta?

Onki.


Er tað nakað tú gleðir teg serliga til?

Týr og Ace of Base.


--

Jógvan Ósá

Hví ert tú við Múrin?

Fyri at hugna mær við vinmonnum og so eisini fyri at hoyra góðan tónleik.


Hvar býrt tú við Múrin?

Eg eigi at sova í tjaldi. Men eg eri farin til Havnar at sova.


Hvat er tað besta?

Tónleikur og øl, men tað hevur eisini nógv at siga, at góð fólk eru har.


Hvat er tað ringasta?

Veðrið í dag.


Er tað nakað tú gleðir teg serliga til?

Ace of Base


--

Sunneva Johannesen

Hví ert tú við Múrin?

Tí tað er besti festivalur í Føroyum. Men tað sigur seg sjálvt, tí hann er í Havn.


Hvar býrt tú við Múrin?

Eg koyri ímillum. Ella eg koyri ikki sjálv. Men tað er gott bussamaband.


Hvat er tað besta?

Ace of Base, tí har kann mann syngja við. Og fólkini sjálvandi.


Hvat er tað ringasta?

Regnið.


Er tað nakað tú gleðir teg serliga til?

Ace of Base, Anna David og so vóru Faroe5 fittar.


--

Tóra Olsen

Hví ert tú við Múrin?

Fyri at ballast og hava tað stuttligt.

Hvar býrt tú við Múrin?

Í “Kollafirði” í Kirkjubø.


Hvat er tað besta?

Ballini, og Meyla og Jens Marni


Hvat er tað ringasta?

Veðrið, men góða lagið vinnur á tí.


Er tað nakað tú gleðir teg serliga til?

Anna David beint nú, og til at veðrið batnar.


--

Hallur Johannesen

Hví ert tú við Múrin?

Fyri at arbeiða, og tí tað er nýtt og spennandi


Hvar býrt tú við Múrin?

Heima, men busssambandið er øgiliga gott.


Hvat er tað besta?

Maturin. Tað er nóg mikið av góðum mati.


Hvat er tað ringasta?

Tað er eitt sindur avsíðis, og sjálvandi veðrið í dag. Og pylsuvognarnir eru ov lítlir.


Er tað nakað tú gleðir teg serliga til?

Afterparty fyri starvsfólkum sunnukvøldið.