Vrakaður av HB í fjør - vann sær uppflyting við B93 eitt ár seinni

Tað gjørdust Kolding og B93 við Kim W. Engstrøm við róðri, sum vunnu sær uppflyting úr triðbestu donsku fótbóltsdeildini

Mynd: B93

16. mai í fjør var Kim W. Engstrøm uppsagdur sum høvuðsvenjari hjá HB aftaná bert 10 dystir í Betrideildini.

 

Eitt ár og ein mánað seinni hevur Kim W. Engstrøm vunnið sær uppflyting úr triðbestu donsku fótbóltsdeildini saman við søguríka felagnum í Keypmannahavn, B93.

 

B93 spældi javnleik 1-1 móti Thisted á søguríka leikvøllinum, Østerbro Stadion fyrr í dag. Javnleikurin var nóg mikið til at halda B93 á øðrum plássinum, ið gevur uppflyting.

 

Kolding og B93 endaðu bæði á 66 stigum og flyta upp í næstbestu deildina. Esbjerg endaði við svartaperi. Liðið úr Vesturjútlandi endaði á 65 stigum. Í Esbjerg har tey eru í fremstu røð í kvinnuhondbólti og í íshokki eru tey skelkaði av, at teirra fótbóltslið ikki megnar at vinna seg upp úr triðbestu deildini. 

 

Hetta er fyrstu ferð í 18 ár, at B93 sleppur at royna seg í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

 

 

Mynd: B93