Vrakið av flogfarinum, sum varaforsetin í Malavi var umborð í, er funnið, og Saulos Chilima er staðfestur deyður í vanlukkuni.
Níggju onnur vóru við í flogfarinum, og tey eru eisini øll deyð. Tað upplýsa hernaðarmyndugleikarnir og landsins forseti.
Sagt verður, at flogfarið varð funnið í einum skógarøki, og at toka og trupult lendi gjørdu leitingina eftir flogfarinum avbjóðandi.
Tað var í gjár, at stjórnin í Malavi boðaði frá, at einki samband fekst við flogfarið við varaforseta landsins og níggju øðrum umborð.
Nú er so vrakið av flogfarinum funnið, og greitt er, at øll, sum vóru í flogfarinum, hava latið lív, vita útlendskir miðlar at siga í dag.