Fótbóltur
Álendska liðið, IFK Mariehamn, sum hevur tryggjað sær fjórða plássið í bestu finsku fótbóltsdeildini, hevur nú eisini vunnið álendsku steypakappingina. Talan er um sekstanda árið á rað, at IFK Mariehamn vinnur álendsku steypakappingina. IFK vann í finaluni 9-4 yvir Jomala IK, sum spælir í finsku 4. deild.
Við til ta serligu søguna hoyrir, at 4. deildarliðið slapp at skjóta fýra brotsspørk, áðrenn dysturin kundi fara í gongd. Jomala setti trý í netið, meðan tað fjórða fór á stongina. Jomala var sostatt á odda 3-0, tá dysturin byrjaði. Men hetta nervaði ikki IFK Mariehamn nógv, sum hevur eitt lið við yrkisspælarum úr nógvum ymiskum londum. Bara tveir minuttir vóru farnir, so hevði IFK ”reduserað” til 1-3. Og skjótt rapaðu málini inn hjá 4. deildarliðnum. Tað eydnaðist kortini Jomala at fáa eitt ”normalt” mál, sum teir fingu aftaná hornaspark.
David Lindholm, sum spælir við Jomala sigur við blaðið ”Nya Åland”, at hann er nøgdur. - Vit royndu so væl, sum vit kundu, og tað eydnaðist okkum at fáa eitt mál undir vanligum spæli, og tað eydnaðist okkum at sleppa undan at tapa tveysiffrað, so eg haldi, at vit kunnu vera nøgdir hóast alt.
Tað sum alt Áland kortini fegnast um er, at IFK Mariehamn hevur tryggjað sær fjórða plássið í bestu finsku liguni, og skal IFK Mariehamn sostatt vera eitt av liðunum, sum umboðar Finnland til Europa League kappingina í 2010.
Hetta merkir aftur, at EB/Streymur, Víkingur ella NSÍ kunnu trekkja IFK Mariehamn. Tað hevði verið nakað av tí.