Vunnu á Írlandi og taptu fyri Skotlandi

Í morgin spæla føroysku flogbóltskvinnurnar seinasta dystin móti íslendsku vertunum

Mynd: FBF

Mynd: FBF

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti kappast í hesum døgum í smálandakapping í Íslandi, har Írland, Skotland og Ísland eru mótstøðuliðini.

 

Føroysku kvinnurnar fingu eina góða byrjan uppá kappingina ígjár við einum 3-0 sigri á Írlandi.

 

Føroyar-Írland 3-0 (25-19, 25-19 og 25-23)

 

Í dag taptu føroysku kvinnurnar tó greitt 0-3 fyri Skotlandi.

 

Skotland-Føroyar 3-0 (25-18, 25-22 og 25-14)

 

Skotland er oddalið seks stigum. Ísland og Føroyar hava trý stig hvør. Írland er aftast við ongum stigi.

 

Í annaðkvøld klokkan 18 spæla Føroyar móti vertstjóðini, Íslandi. Vinnarin tryggjar sær annað plássið í smálandakappingini.

 

 

 

 

 

Mynd: FBF

Mynd: FBF