Vunnu eftir 24 brotsspørk

Europa League: Sermerkt brotssparkskapping, løgið sjálvmál og píl upp til B36

Í gjár vóru nógvir dystir í Europa League, har spælt bleiv um at koma í bólkaspælið. Millum liðini, ið komu víðari var AC Milan, sum mátti í brotssparkskapping móti portugisiska Rio Ave.

Tað endaði við 1-1 í vanligari leiktíð, og 2-2 eftir longda leiktíð. Her var Rio Ave á odda í 29 minuttir av teimum 30, men í 120. minutti javnaði AC Milan upp á brotsspark. Síðani varð farið til brotssparkskapping og tað blivu skotin 24 brotsspørk, áðrenn AC Milan vann sær víðari luttøku.

FCK er í holt við eitt óvanliga vánaligt kappingarár. Liðið hevur fingið fleiri minni góð úrslit í hesum kappingarárinum, og í gjár tapti FCK móti kroatiska Rijeka í Parkini. Teir taptu við einum máli, sum eitt heldur margháttligt sjálvmál.

Av øðrum áhugaverdur úrslitum, sæð við føroyskum brillum, er at CSKA Sofia vann 3-1 á útivølli móti FC Basel. CSKA Sofia vann í undnfarna umfarinum 3-1 á B36. Tað ber boð um eitt sterkt mótstøðulið. Hartil vann Young Boys vann 3-0 á Tirana úr Albania.

Lutakastið til bólkaspælið í Europa League verður á middegi í dag.

Styrkisbólkur 1: Arsenal, Tottenham, Roma, Napoli, Benfica, Leverkusen, Villarreal, CSKA Moskva, Braga, Gent, PSV, Celtic 

Styrkisbólkur 2: Dinamo Zagreb, Sparta Prag, Slavia Prag, Ludogorets, Young Boys, Røde Stjerne, Rapid Wien, Leicester, Qarabag, PAOK, Standard Liege, Real Sociead

Styrkisbólkur 3: Granada, AC Milan, AZ Alkmaar, Feyenoord, AEK Athen, Maccabi Tel Aviv, Rangers, Molde, Hoffenheim, LASK, Hapoel Beer-Sheva, Cluj

Styrkisbólkur 4: Zorya Luhansk, Lille, Nice, Rijeka, Dundalk, Slovan Liberec, Royal Antwerp, Lech Poznan, Sivasspor, Wolfsberg, Omonia, CSKA Sofia