Vunnu fleiri bóltar móti Estlandi á útivølli

Føroyska flogbóltslandsliðið hjá monnum tapti aftur greitt fyri Estlandi, men vann fleiri bóltar hesaferð

Føroyska flogbóltslandsliðið møtti aftur sterku estisku yvirmaktini í EM-undankappingardysti á útivølli í dag. 

 

Estland vann aftur dystin 3-0, men í dag vann føroyska liðið átta fleiri bóltar enn í 0-3 tapinum fyri Estlandi á heimavølli í høllini á Hálsi farna mikukvøld.

 

Settmunurin í dag var 25-12, 25-16 og 25-15. Í dag vann føroyska liðið 41 bóltar í teimum trimum settunum. Farna mikukvøld vann liðið á heimavølli bara 33 bóltar móti Estlandi.

 

Í útidystinum móti Belgia, ið Føroyar eisini taptu 0-3 vann liðið 34 bóltar, so dysturin í Estlandi er tann frægasti higartil. 

 

Sunnudagin 21. august klokkan 17 spælir føroyska liðið seinasta dystin í undankappingini. Tá vitjar Belgia í høllini á Hálsi í Havn.

 

Í undanbólki C hevur Estland sjey stig fyri tríggjar dystir, Belgia hevur fimm stig fyri tveir dystir, og Føroyar hava einki stig fyri tríggjar dystir.