Hóast tað fyri flest øllum tykist greitt, at tað verða Hillary Clinton og Donald Trump, ið verða ávikavist demokratiska og republikanska forsetavalevnið, so eru tað enn nakrir statir, har undanvalini skulu avgreiðast.
Í gjárkvøldið var undanval hjá demokratunum í Kentcky og Vermont, meðan republikanarar vóru á vali í Oregon.
Hjá republikanarunum er Donald Trump einasta valevni, og vann hann harvið ein greiðan sigur í Oregon.
Hillary Clinton má tó finna sær í, at kappingarneytin, Bernie Sanders, hevur onga ætlan um at geva seg. Ì gjárkvøldið vunnu tey eisini hvør sín stat.
Hillary Clinton vann ein tepran sigur í Kentucky, har hon fekk hálvt prosent fleiri atkvøður enn Bernie Sanders. Clinton fekk 46,8 prosent av atkvøðunum, meðan Sanders fekk 46,3 prosent.
- Vit hava júst vunnið Kentucky! Takk til øll, ið atkvøddu. Vit eru altíð sterkari saman, skrivaði Hillary Clinton til sínar fjepparar á Twitter, tá sigurin varð staðfestur.
Í Oregon kundi Bernie Sanders fegnast um ein munandi greiðari sigur, har hann fekk 53,5 prosent av atkvøðunum, meðan Clinton fekk 46,5 prosent.
- Eingin kann spáa um framtíðina, men eg haldi, at vit hava ein veruligan møguleika at vinna undanvalini í fleiri av restandi statunum. Ikki sig tað við Clinton, tí hon verður møguliga stúrin, men eg haldi, at vit vinna her í Kalifornia, segði Bernie Sanders eftir sigurin í gjár.