Týsdagin var ein lítil samkoma á Barnabókasavninum í Havn, og tá varð kunngjørt, hvørji børn høvdu vunnið teknikappingina, sum bókasavnið skipaði fyri í sambandi við umhvørvisvikuna hjá kommununi.
Evnið fyri umhvørvisvikuni var vinnan við atliti til burturkast, og bókasavnið bað børnini tekna burturkast fyri at gera spurningin meira einfalda.
Kappingin var býtt upp í tríggjar aldursbólkar: 4. flokkur og eldri, 1. – 3. flokk og børn undir skúlaaldur.
- Tað komu nógvar tekningar inn, og tey á Barnabókasavninum vóru fegin um, at allir vinnararnir vóru børn, sum eru komin nógv á bókasavnið, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í heilsu- og umhvørvisnevndini.
Hon sat í dómsnevndini saman við Suna Kristiansen, leiðara á umhvørvisdeildini og listakvinnuni Astrid Andreassen.
Á samkomuni týsdagin handaði Elin Lindenskov vinnarunum hvør sítt skreytblað. Og meira enn tað. Tær tríggjar genturnar fingu eisini hvør sína súkklu.
Elin Lindenskov heldur tað vera gott við eini slíkari teknikapping, tí kappingin lýsir væl, hvussu børnini hugsa, og hvør veit, um ikki kappingin er við til at gera børnini meira tilvitað í framtíðini um umhvørvið.
Vinnandi genturnar eru frá vinstru: Anna Katrina Danielsen, 12 ár, Rebekka Eriksen, 8 ár og Brá Zakarisdóttir, 4 ár
Mynd: Jens Kristian Vang