Føroyar-Grønland 30-23
(13-7)
Eftir trý mála sigurin fríggjadagin, vóru tað kanska mong, sum høvdu vónað, at føroyska liðið kundi endurtaka sigurin á grønlendingum, men hinvegin vóru fleiri lutir, sum talaðu fyri, at føroyska liðið skuldi fáa ein torførari dyst hesu ferð.
Serliga var tað tann sannroynd, at grønlendingarnir nú vóru komnir rættuliga upp á pláss. Fríggjadagin var tað jú sum kunnugt soleiðis, at teir komu beina leið av flogvøllinum til dystin.
Eisini varð ført fram, at føroyski sigurin fríggjadagin í stóran mun var grundaður á stórspæl frá Jóhan Danielsen, og at tað ikki kundir væntast, at tað fór at gangast málverjanum somikið væl í hvørjum dysti.
Verjan riggaði
Beinanvegin var eisini greitt, at stórspælið ikki fór at kom frá Jóhan, tí í føroyska málinum stóð Óla Kristian Djurhuus, tá dysturin byrjaði.
At byrja við, gekk rættuliga javnt á millum liðini. Føroyringar royndu einar tvær ferðir at toga seg fram um mótstøðuliðið, men hvørja ferð varð svarað aftur.
Tað var tó rættuliga skjótt greitt, at í verjupartinum var føroyska liðið munandi betri skipað, enn teir vóru í fyrra dystinum. Hóast grønlendingar royndu at spælið skjótt sínámillum, so megnaðu teir als ikki at opna føroysku verjuna á sama hátt.
Hetta gav eisini at bíta, tá fyrri hálvleikur varð knappliga hálvrunnin. Í samfullar 15 minuttir megnaðu føroyingarnir at halda grønlendingum burtur frá fatinum, og tá føroyingar samstundis skutu átta mál hetta tíðarskeiðið, varð dysturin nærum avgjørdur hesa løtuna.
Sum nevnt, so riggaði føroyska verjuspælið sera væl hesa løtuna, og hetta sást millum aftur í, at grønlendingar fleiri ferðir vórðu dømdir fyri nøl. Megnaðu teir so endiliga at spæla seg ígjøgnum, stóð Óla Kristian fyri skotunum, og tá teir so eisini fingu brotskast, kom Jens Skipagøta inn at taka sær av hesum.
Móti endanum fingu grønlendingar tó tvey mál afturat, men flestu áskoðararnir mundu helst vera samdir um, at hendan dystin fóru føroyingarnir at vinna.
Ingi og hinir
Í seinna hálvleiki fingu grønlendingar beinan vegin tvey mál, men so fór Ingi Olsen rættuliga í gongd. Ikki tí, eisini í fyrra hálvleiki hevði hann verið besti leikarin á vølli, men fyrstu løtuna í seinna hálvleiki gjørdist tað púra greitt, hvussu stóran týdning hann hevur fyri føroyska liðið.
So at siga hvørja ferð grønlendingar fingu eitt mál, svaraði Ingi aftur, og tá støðan nakað inn í seinna hálvleik var 22-13, hevði Ingi einnsamallur skotið eins nógv mál og tað grønlendska liðið.
Tað var ein sonn fragd at síggja, hvussu hann við kvika fótskiftinum ferð eftir ferð fangaði verjuleikarar á skeiva beininum, og grønlendsku málverjarnir fingu snøgt sagt einki gjørt, tá skotini vórðu send móti málinum.
Harumframt royndist Ingi eisini sera væl í verjupartinum, har hann antin dekkaði úti á veinginum, ella hevði leiklutin sum eittari í 5-1 verjuni. Sum eittari fekk hann fatur í eini rúgvu av bóltum, og vórðu teir allarflestu av hesum umsettir til kontraálop, har Ingi eisini ofta varð maðurin, sum endaði álopið.
Seinastu tveir triðingarnir av seinna umfarinum dovnaði føroyska spælið tó nakað, og grønlendingarnir kundu tískil pynta nakað um úrslitið, soleiðis at tað einans vórðu sjey mál á muni, tá avtornaði.
Palli Joensen nýtti eisini høvi til at lata Jens Skipagøta royna seg eina løtu í málinum, men einki tóktist at rigga hjá hoyvíkinginum hendan dagin.
Broytingar á liðnum
Í mun til dystin fríggjadagin var føroyska liðið eisini umskipað nakað, tá annar dysturin varð leiktur.
Rúni Poulsen og Eli Müller sótu báðir yvir henda dystin, og í teirra stað vóru Jens Skipagøta, Janus Einar Sørensen og Martin Hummeland at síggja á liðnum. Av hesum var tað serliga Janus Einar, sum gjørdi vart við seg.
Strikuspælarin hjá Kyndli, sum upprunaliga als ikki var úttikin til landsliðið, fekk veruliga sýnt, at hann er ein leikari, sum roknast skal við framyvir. Í verjupartinum stríddist hann sera væl, og m.a. hevði hann eitt sera gott tak á velduga strikuspælaranum hjá Grønlandi, Rasmus Larsen.
Í álopspartinum leikti hann eisini ein sera góðan dyst, serliga var tað hansara evni til altíð at lofta bóltunum, sum áskoðararnir festu sær í minni. Einar tvær ferðir fekk hann fatur á bóltum, sum sóu mest sum ómøguligur út. Fyrru ferðina gav hetta brotskast, meðan hann seinnu ferðina skoraði sjálvur.
Ov lítil mótstøða
Eftir dystin var helst onkur, sum hevði hug at seta spurnartekin við, um føroyska liðið ikki hevði fingið ov lítið av mótstøðu í hesum báðum dystunum móti grønlendingum.
Eina ferð í seinna hálvleiki vóru heili tíggju mál á muni millum liðini, og hóast hetta sjálvsagt eisini var úrslit av góðum føroyskum spæli, so kundi hetta bent á, at styrkismununurin ikki var minkaður, síðani Føroyar og Grønland hittust í 1980. Ta ferðina endaðu báðir dystirnir við greiðum føroyskum sigrum, og soleiðis hevði eisini verið hesu ferð.
Nøkur vóru tó, sum vístu á, at grønlendska liðið noyddist at vera tríggjar týðandi leikarar fyri uttan, og at talan helst hevði verið um heilt aðrar dystir, um hesir høvdu verið við á ferðini.
Okkurt graml hoyrdist eisini um, at í hvussu so er ein av hesum leikarum fór at vera við, tá seinasti dysturin í hesum umfarinum skuldi leikast í Vestmanna. Talan var um Jacob Larsen, sum dagliga spælir í bestu donsku deildini, og tá hetta frættist, vórðu tað helst fleiri, sum høvdu fingið hug at hyggja at dystinum sunnudagin.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Føroyar: Ingi Olsen 13 (2), Bárður Brimvík 4, Heini Joensen 4 (2), Áki Olsen 3 (1), Bjarni Wardum 2, Sámal Joensen 1, Janus Einar Sørensen 1, Martin Hummeland 1
Grønland: Peter Sikemsen 8 (2), Hans P. Poulsen 4, Rasmus Larsen 3, Hans Alaufesen 2, Hans Knudsen 2 (1), Carsten Olsen 2, Niels Poulsen 1, Finn Nielsen 1
Brotskøst:
Føroyar 8, Grønland 4
Útvísingar:
Føroyar 1, Grønland 2
Dómarar úr Tjaldur:
Dánjal Hansen og Kári Hansen