Jógvan Andreasen og Bárður Simonsen (myndin) vunnu "Silvurtoskin" í fiskikappingini B36 skipaði fyri í dag.
Jógvan Andreasen og Bárður Simonsen fiskaðu 222,4 kg, sum var tann størsta nøgdin nakar bátur fiskaði í kappingini í dag. Jógvan og Bárður vunnu "The Double" so at siga, tí umframt at hava størstu nøgdina, so høvdu teir eisini tann størsta toskin.
Silvurtoskurin kemur at standa í stovuni hjá Jógvani fram til 1. juni. Eftir tað kemur Silvurtoskurin at standa í stovuni hjá Bárði í ein mánað, og so fer Silvurtoskurin at verða sýndur fram í Glitnir.
Jógvan Andreasen og Bárður Simonsen fegnast um, at fiskikappingin er komin afturíaftur, og Bárður Simonsen fegnast um at verða annað ættarlið, sum vinnur Silvurtoskin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna in.fo/Rás2 gjørdi við vinnararnar niðri í Vágsbotni.