Føroyska U21-landsliðið í kvinnuhondbólti vann triðja dystin móti grønlendska landsliðnum, tá dystur varð spældur í Kollafirði gjár. Úrslitið av dystinum gjørdist 29-23 til føroyska liðið, sum nú hevur vunnið tveir av teimum trimum dystunum, sum hava verið spældur. Fjórði og seinasti dysturin í hesum umfarinum verður spældur í kvøld klokkan 19, og verður hesin í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Dystirnir hjá kvinnulandsliðnum eru partur av einum miðvísum arbeiði, sum nú er sett í gongd á kvinnuhondbóltssíðuni. Millum komandi avbjóðingar verða dystir móti donskum U-landsliði og luttøka í Challenge-Trophy.