Claus Bech Jørgensen var ikki við í hópinum, tá Coventry um vikuskiftið enn einaferð streyk avstað við trimum stigum.
Hesa ferð var talan um dyst móti Sheffield United, sum er næst ovasta liðið á stigatalvuni í enska Championship.
Longu eftir fimm minuttum hevði Coventry lagt seg á odda, og tá teir eftir hálvum tíma øktu um leiðsluna, tótkist sigurin greiður.
Tað eydnaðist eisini at halda fast um leiðsluna til dystarenda, og nú tykist tilveran av álvara vera spennandi hjá Claus og teimum. Eftir eina sera laka byrjan, har liðið leingi í niðurflytingarvanda, men seinastu mánaðirnar hevur kurvan peiggjað beint uppeftir.
Enn eru tó sjey stig upp til play-off plássini, so nakra veruliga vón um uppflyting munnu spælararnir ikki hava fingið enn.