Í dag tók Svendborg ímóti Otterup í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. Julian Johnsson var leikbannaður til dystin, men kortini eydnaðist tað heimaliðnum at vinna 3-1. Støðan í hálvleikinum var javnleikur 1-1.
Theis Andersen legði Svendborg á odda tíðliga í dystinum. Og í seinna hálvleiki tryggjaði Jesper Rasmussen Svendborg sigurin við tveimum málum.
Svendborg liggur á einum níggjunda plássi í 2. deild vestur. Svendborg hevur 20 stig fyri 15 dystir. Átta stig eru niður til niðurflytingarstrikuna, og 14 stig eru upp til uppflytingarstrikuna.
Fyns Amts Avis nevnir Julian sum ein av berandi kreftunum á liðnum hjá Svendborg í fyrru hálvu av kappingini.