Tað kom ikki so óvænta á, at fraklendingar fóru at blíva illa dámdir undir HM, men at teir skuldu yvirhálast av einum vuvuzela blásihornið sum mest ótolandi innslag í HM endaspælinum, hevði fáur væntað undan HM í Suðurafrika.
Fleiri feløg hava longu keypt vuvuzela blásihorn í stórum mongdum, og mótin tykist heilt víst eisini koma til Evropa í ár. Á White Hard Lane í London, eru tey tó so lítið fegin um vuvuzela blásihornið, at tey hava valt at bannað áskoðarinum at gera nýtslu av blásihorninum á leikvøllinum.
Uppflytarnir úr Blackpool hava hinvegin valt at bjóða vuvuzela blásihorninum vælkomi á leikvøllin. Leiðslan í felagnum hevur beinleiðis heitt á viðhaldsfólkini um at taka vuvuzela blásihornið við til dyst.
Tað ganga søgur um, at vuvuzela blásihorn eisini eru ávegis til Føroyar.