BILAR
Nú er tað onki loyndarmál, at VW í longri tíð hava arbeitt við einum Golf MPV. Nýggja Golf-røðin, ið er á veg, byrjar við einum MPV, sum kemur á marknaðin seinni í ár. Bilurin verður, eins og fleiri aðrir í hesum klassanum, bæði til 5 og 7 persónar. Næsta ár kemur eisini ein heilt nýggjur Golf hatchback, ið verður nakað størri enn forgangarin.