Fyri løtu síðani var fyrsta hálvfinalan í EM leikt millum Russland og Rumenia, og hon endaði við greiðum sigri til Russland.
Rumenia hevði truplar umstøður, tí stóra stjørnan, Christina Neagu, ið er kosin heimsins besti leikari tríggjar ferðir, fekk ringan skaða í dystinum móti Ungarn.
Men uttan Neagu góvu rumenar russum skarpan gang í fyrra hálvleiki. Rumenia hevði leiðsluna fyri tað mesta og í hálvleikinum var púra javnt, 15-15.
Í seinna hálvleiki fóru tær russisku tó beinanvegin at renna frá, undir leiðslu av einari betri verju.
Í álopinum var bæði í fyrra og seinna hálvleiki alt russiska spælið skipað av høgra bakki, har Anna Vyakhireva annaðhvørt skeyt mál ella legði upp til sínar viðleikarar.
Undir leiðslu av 1,65 metur høgu Vyakhireva kundu russar økja so líðandi, og tá ið dysturin var av var støðan 28-22 til Russland, ið harvið er í EM-finaluni.
Vyakhireva varð sjálv skrásett fyri 13 av russisku málunum.
Russland hittir annaðhvørt Niðurlond ella Frakland í finaluni. Hetta verður avgjørt í hinari hálvfinaluni, ið verður leikt klokkan 20.00 í kvøld.
Finalan verður leikt sunnudagin klokkan 16.30 føroyska tíð.