Jógvan var av gamlari bóndaætt. Pápi hansara Samuel Joensen var bóndasonur úr Gerðum, og hann var lærari í Klaksvík. Mamman Maria Frederikke f. Olsen var av Toftanesi í Lorvík.
Átjan ára gamal fór Jógvan til Danmarkar á Jonstrup Seminarium, har hann var í tvey ár.
Hugur hansara stóð til at koma inn á Kunstakademiet í Keypmannahavn, men tað vildi pápin ikki.
Tingakrossur skrivaði í minningarorðum um Jógvan, at tað var nógv í hansara lyndi, sum var merkt av gamlari bóndamentan. Eitt tað stóra bragdið, hann útinti, var at fáa fatur á hinum gomlu sálmaløgunum, áðrenn teir fóru undir grønu torvu, sum vóru førir fyri at syngja hesi gomlu løg fyri honum, so hann kundu skriva tey niður og geva tey út sum »Gomul sálmaløg.«
Tað bar so væl í lag, at svágur hansara Jákup Dahl, próstur, tá var í vælmaktini, og hann týddi teir gomlu fyrndarsálmarnar til dygdargott føroyskt mál.
Allir hesir sálmar vóru sungnir fyrst av Havnar Sangfelag, hvørs stjóri var Waagstein sjálvur. Seinni vórðu tey framborin í Havnar Kirkju, eisini undir leiðslu av Waagstein.
Løgini kendust kanska eitt sindur fremmand í fyrstuni hjá teimum, sum ikki vóru von við Kingo frá barnsbeini. Men skjótt var, at kirkjufólkið fekk tokka til hesi gomlu løg, og víða hvar um Føroyaland í dag syngja fólk til dømis »Harra Gud, títt dýra navn og æra« og »Jesu dýrabara navn« fyri bert at nevna tvey dømi.
Mong av hesum løgum eru vorðin fólkaogn og verða ikki gloymd av komandi ættarlið. Tað er nóg mikið eisini at nevna lagið »Tíðin rennur sum streymur í á.«
Sum stjóri fyri Havnar Sangfelag hevur hann sungið hesi løg inn í fólk og latið tey prenta, so tey verða kend eisini uttanfyri Føroya land. Hann gav eisini út Sangbók Føroya Skúla, ein bók, sum hevur verið nógv nýtt.
Meðan Jógvan var lærari, gjørdi hann eitt stórt arbeiði fyri at vekja musikkansin her í okkara býi.
J. Waagstein var allar dagar ein sera arbeiðssamur maður. Hann hevði eisini kærleika til hina føroysku náttúruna, og víða hvar um Føroya land prýða málningar hansara stovuveggir. Fáur man tann útlendingur vera, sum hevur havt bústað í Føroyum, sum ikki hevði ein ella fleiri málningar hansara við sær, tá hann flutti av landinum aftur.
Hansara høvuðsarbeiði var annars at vera lærari. Men tað eru nógv ár farin, síðan hann mátti siga starvið frá sær vegna heilsubrek, men hann varð mintur sum tann ágrýtni og dúgligi lærarin.
Samdur ella ósamdur við Jógvan Waagstein, so má ein og hvør ásanna, at her var ein maður, ið fekk meira av skafti enn teir flestu.
Gjørdist lærari í Havn
Í samband við, at Jógvan Waagstein gjørdist 70 ár, stutt áðrenn hann doyði, greiddi hann í Dimmalætting eitt sindur frá sínum lívi:
Í 1902 gjørdist eg annarlærari við Klaksvíkar skúla, har faðir mín eisini var lærari. Men tríggjar ársfjórðingar seinni heitti sóknarpresturin Rohde og skúlastjórnin á meg um at koma til Havnar at gerast lærari og organistur, tí H.C. Petersen (maður fotografin Else Petersen) var farin úr starvi vegna elli. Eg var so seinni settur sum lærari við Havnar skúla og sum organistur við Havnar kirkju. Stutta tíð eftir varð eg lærari við læraraskúlan í songteknikki, tekning og orgulspæli.
Í Havnar skúla vóru mínar aðallærugreinir sangur og tekning, og vóru hetta lærugreinir, sum høvdu mín størsta áhuga.
Í 1908 tók eg stóra organistaprógvið í Keypmannahavn. Eisini í øðrum londum fekk eg møguleika at nema tónalist og tekning.
Tá ið sjúka noyddi meg at halda uppat við mínum skúlastarvi aftaná, at eg hevði verið lærari í 30 ár við barnaskúlan og um 40 ár við læraraskúlan, kom eg meira og meira at arbeiða við tí, ið eg frá ungdómsárum hevði ynskt at halga mítt lív til.
Í mínum arbeiði við tónalist skyldi eg Carlsbergfondinum og danska statinum stóra tøkk fyri ta hjálp, mær er veitt gjøgnum øll árini. Eina serliga tøkk eigur Føroya Løgting, ið hevur verið mær ein stórur stuðul í mínum arbeiði við at savna og útgeva tey gomlu sálmaløgini eins og mínar egnu kompositiónir.
Listin skuldi verið meira stuðlað
Tá ið Jógvan Waagstein gjørdist 60 ár, hevði Poul Niclasen, kendur politikkari, eina grein í Dimmalætting, har hann millum annað skrivaði:
Som Kunstmaler er Hr. Waagstein ogsaa kendt overalt paa vore Øer. Han er en meget produktiv Maler og har i det bedste, han har præsteret, skabt Ting af betydelig kunstnerisk Værdi. Han har flere gange haft Maleriudstillinger her paa Færøerne som i Danmark og Norge.
Vort samfund er lille, og vi kan derfor ikke vente, at her skal findes mange fremragende Repræsentanter paa Kunstens Omraade. Saa meget desto mere er det paakrævende, at vi omfatter de arbejder, der udføres herhjemme paa disse Omraader med Tak og Anerkendelse. Og det offentlige burde efter min Mening i langt højere Grad end hidtil støtte saadanne Kvinder og Mænd, saaledes, at de kunde lægge alle deres Kræfter i det Kunstens og Aandens Arbejde, som kun er forundt yderst faa i et lille Samfund at kunne udføre.
Í lærarabókini er eitt yvirlit yvir allar tær útgávur, sum Jógvan hevur staðið fyri í samband við tónleik. Tær eru ikki færri enn 15 umframt alt tað, sum ikki er komið út.
Hann var eisini heiðurslimur í Norsk Kirkemusiker Forbund.
Jógvan gjørdi seg eisini galdandi innan fimleik, sum hann eisini var lærari í. Hann var í mong ár formaður í Havnar Fimleikafelag.
Familjan
Jógvan Waagstein giftist við Sonnu, ættað úr Vági. Foreldur hennara vóru Peter Hans Dahl, keypmaður, og Elisabeth Susanne f. Wilhelm.
Sanna fór á læraraskúla í Havn í 1899 og tók prógv í 1902. Hon var lærarinna í Vági 1903-1905. Tey bæði giftust 27. mai 1906.
Tey fingu børnini:
Leif f. 1907
Maria f. 1909
Gunnvør f. 1911
Petur f. 1912
Thurid f. 1914
Gunnar f. 1918
Komandi partur
Í komandi parti fara vit at umrøða Aage Lützen, son Metu og Knud Lützen