Waldemar Dalsgaard

Stutt fyri ársskiftið komu tey lemjandi boð, at systkinnabarnið, Waldemar hjá Jòannesi var farin!

Millum míni fyrstu minni um Waldemar í Hoyvík eru glottar um ein gløggan mann, sum javnliga skifti orð við foreldrini hjá mær um alskyns viðurskifti, serliga mál og bókmentir. Eg minnist hann eisini sum álvarsmann, men sera høviskan. Hann gekk á VBV og kom tí hvønn skúladag til okkara í døgurðatímanum; tað var ov langt hjá honum at fara heim til Hoyvíkar at eta. Eg havi verið um níggju/tíggju ára aldur um hetta mundið.
Studentaskeið Løgtingsins hevði tá í tíðini innivist á VBV. Hetta húsið er ikki til longur, men tað lá at kalla í túninum hjá okkum. Í dag er øvugt - núverandi studentaskúlin liggur næstan í túninum hjá Waldemari!
Tann, sum beint eftir kríggið fór akademisku leiðina, var ikki sørt av pioneri, tí samlaða talið av føroyskum studentum tá var undir hálvtannað procent av einum árgangi. Um enn spaklyntur var Waldemar miðvísur slóðbrótari sum fyrsti studentur í familjuni.
Síðst í fjørutiárunum fór hann til Danmarkar at lesa og sást nú bert av og á, tá ið hann var og ferðaðist. Tó hoyrdu vit onkrar sunnudagar einastandandi vælmoduleraðu mikrofonrødd hansara úr Keypmannahavn, har føroyingar høvdu innivist í Danmarks Radio, inntil Útvarp Føroya kom.
Men so hittust vit aftur av álvara summarið 1958, tá ið eg kom at fylkjast við einum avbera skemtingarsomum bólki av táverandi útisetastudentum, har Waldemar var ein av oddamonnunum.
Henda útisetafylking skuldi saman við nøkrum fáum heimapisum gera studentakabarett. Í hesum tiltaki átti Waldemar meginpartin av teksttilfari og praktiskum pallarbeiði. Vit yngru vóru hugtiknir av hegni hansara, kunnleika og listargávum. Á sjálvan pallin trein hann treyðugt, men handan leiktjøldini var hann avgjørt tann listarligi krumtappurin. Hann informeraði, inspireraði og instrueraði. Vit nýklaktu studentar vóru djúpt imponeraðir av sjónarringi útisetanna og tevjaðu beinleiðis kosmopolitiska suðið frá mentaborgini Keypmannahavn.
Sama heystið fór eg sjálvur niður til Keypmannahavnar, og ótaldar eru tær stimbrandi løtur, eg havi fingið í samrøðu, á fundum og í veitslulagi saman við Waldemari líka til 1980, tá ið hann gjørdi av at fara aftur til Føroya at arbeiða á Studentaskúlanum í Hoydølum, beint uttanfyri dyrnar, har hann var barnvaksin.
Millum útiseta var Waldemar nógv virdur sum bæði mál- og bókmentakønur. Hann segði sjáldan nógv í mannfjøld, men í dialogi var hann úr leikum tikin. Tað var fynd í orðum hansara.
Tá ið nógv leikaði á, eitt nú í studentafelagnum, kundi hann í fáum setningum skera inn á bein og distanceraði seg sum tann ironiski debattørurin við ótrúliga esoteriskari vitan
Waldemar stórtreivst í Keypmannahavn og hevði stóra fragd av at vála í tí yðjandi býarmúgvuni. Tað centrala Keypmannahavn var fyri hann ein oasa av alskyns mentan - honum dámdi væl at "brúka" stórbýin nátt sum dag, og hann verður ikki tikin sum andilig chaperona á mangari odyssé í tí gamla partinum av býnum. Hann kendi hvørt skot líka frá Gammel Strand til Nørrevold. Hann visti nakað, antin søguligt ella heilt aktuelt at siga um hvørja gøtu, ja, næstan hvørt hús, vit komu framvið. Og ofta fekk hann sett bæði borgir, stræti og kroysur í eitthvørt føroyskt perspektiv.
Sína enormu vitan hevði hann m.a. fingið í sínum arbeiði á Berlingska Tíðindi, har hann var korrektørur í hálvan mansaldur. Á Berlingaranum var leksikala vitan hansara legendarisk, og hann var kendur sum ?den alvidende færing". Onkur visti at siga, at ein av journalistunum á Berlingaranum skuldi hava sagt um konkurrentblaðið, Politiken: "Ja, de har naturligvis kildearkivet Politikens oplysning, men vi har Waldemar Dalsgaard"!
Hóast Waldemar var alt annað enn sekteriskur og vanvirdi sundurlyndi og fraktiónsmentalitet, fingu teir fundamentalistisku framamenninir fatur á honum í trýssunum. Teir studentikosu marxistarnir høvdu brúk fyri hansara teknaragávum. Hann gav tí annars hjálparleysa blaði teirra ein farra av niveau við sínum talenti. Karikaturtekningar hansara vóru sublimar! Men honum dámdi lítið tann dilettantiska journalistikkin, og hann snerkti ofta at máli og innihaldi í teimum barnsligu greinum, sum vóru tann herskni viðskerin afturvið tekningum hansara.
Nógv hava mangan sitið væl hjá Waldemari og Marjun, fyrst í lítlu hugnaligu kvistaíbúðini á Karl Langesvej í Valby, har tokini koyrdu dygst framvið, og seinni í ynskisbústaðnum í Dronningens Tværgade. Tann høgliga bústøðan gjørdi, at Waldemar altíð fekk spáka, bæði til arbeiðis í Pilestræde og til flestu fundir, t.d. í Nørregade ella Studiestræde. Slíkt er eitt privilegium í einum stórbýi.
Heimið í Tvørgøtu í mentaða býarhjartanum gjørdist ein andiligur miðdepil fyri nógvar føroyskar útisetar.
Í búnum árum fór Waldemar at lesa russiskt og búði eitt skifti í Moskvu. Hann hitti Bozenu, ið eisini las russiskt. Tey bæði vitjaðu í mínum heimi fleiri ferðir í 70´unum, og sum vant flokkaðust míni børn fegin um tann hegniga teknaran. Tey gleddu seg sum á jólum, hvørja ferð Waldemar og Bozena komu at vitja. Bozena hevur verið Waldemari ein góð kona. Hóast tey hittust seint í lívinum, fingu tey meira enn ein mansaldur saman og eiga fýra vitugar døtur.
Nøkur fá ár eftir, at Waldemar var liðugur at lesa, fluttu hann og Bozena til Føroya, har tey hava búleikast síðani. Tað var ein stórur missur fyri føroyska útisetaumhvørvið.
Av sjálvsagdum geografiskum grundum hevur okkara samband verið avmarkað, síðani Waldemar fór heimaftur; - vit hava tosað eitt sindur í telefon - t.d. tosaðu vit eina góða løtu, tá ið hann fylti 75 í august mánaði, og tá ið eg havi verið í Føroyum, havi eg notið nógvan blíðskap og sitið væl og leingi hjá Bozenu og Waldemari. Sjálvt um ár vóru ímillum, varð prátið altíð tikið uppaftur, sum um bert dagaglopp hevði verið. Systkinnabarnið var meistari í konversatión. Hugni og vælvild eyðkendi tey bæði. Hjartaligt samlyndi og djúp harmoni merkti viðurskiftini millum hjún og børn. Størsta aktivið hjá Waldemari var uttan iva barnaflokkur hansara. Tað tænir Waldemari til miklan heiður, at hann prioriteraði heimbýli og barnauppaling framum almennan virak og karrieru.
Hvussu tók nú føroyska samfelagið móti Waldemari, tá ið hann kom heimaftur? Fekk hann uppgávur, sum svaraðu til hansara format? Jú, gaman í, hann slapp onkuntíð at lesa ein stubba upp í útvarpinum, men burtursæð frá Hanusi Kamban, sum altíð mintist til hansara, var hann stórt sæð, sum so mangur føroyskur intellektuellur, lopin um! Men harafturímóti varð hann díktur undir í stílrætting og privatum rættlesnaði!
Hvør var meira málkønur enn hann? Var nakar meira prægnantur stílistur í føroyskum málburði. enn hann? Hvussu ofta hevur Setrið havt boð eftir honum? Hann átti at verið sjálvsagdur nestor harúti! Hvussu ofta hava sjónvarpsmenn brúkt hann? Hvør kundi sagt meira frá um russiska søgu, russiskar bókmentir og russiskt mál, enn hann? Hetta er ikki fyrstu ferð í føroyskari søgu, at ein maður verður lopin um, tí hann ikki hevur álbogar og ikki vil troka seg framat, men høviskliga bíðar eftir, at tað verður heitt á hann! Waldemar legði ofta øðrum lag á, men sjálvur var hann næstan pedantiskur perfektionistur og lat tí alt ov lítið frá sær. Her líktist hann nógv ommu-beiggjanum Mass av Húsum.
Waldemar var ein av okkara intellektuellu risum - fáir finnast slíkir, og tað er nógv fyri, at sonevnda føroyska parnassið, og allur mentabandin hava vágað sær at ignorera hann. Tey áttu at havt víst yngri miðlafólki á Waldemar, meðan hann livdi. Tey yngru miðlafólkini kunnu av góðum grundum ikki vita av manni, sum næstan verður tagdur í hel.
Waldemari dámdi eitt mergjað og náttúrligt føroyskt mál, men hann var ikki frelstur puristur og hvepti seg við krukkutar konstruktiónir. Hann helt nógv sonevnd nýyrði vera andstyggilig og oftast komisk! Kanska var tað henda ófrelsta málstøða hansara, sum gjørdi, at hann ikki slapp framat. Tað var t.d. óforskammað, at menn hildu eitt sonevnt málting, har Waldemar ikki varð boðin vid.
Føroyskt andslív hevur mist nógv. Føroysk málmentan hevur mist, men fyrst og fremst hevur Bozena mist ein góðan hjúnarfelaga, og døturnar hava mist ein sera góðan pápa.
Loyvi mær við hesum orðum at lýsa frid yvir hollan frænda og ein sjáldsama vitugan vin!
Virgar T. Dalsgaard