Wales skrivaði EM-søgu

Í sínum fyrsta EM-endaspæli nakrantíð hava Gareth Bale og teir skrivað søgu, nú teir eru í fjórðingsfinaluni

Wales megnaði í kvøld at spæla seg í fjórðingsfinaluna við at vinna 1-0 á Norðurírlandi í einum dysti, ið skjótt verður gloymdur annars, tí har var lítið av spæli og dygd.

Bæði lið høvdu møguleika at skriva søgu, tí hvørki teirra hevur nakrantíð verið við til eitt EM-endaspæl og tíansheldur í eini fjórðingsfinalu. Men tað bleiv so Wales, ið vann seg millum átta tey seinastu í hesum endaspælinum.



Nokk so lýsandi fyri dystin, bleiv tað eitt sjálvmál frá Gareth McAuley eitt korter fyri tíð, ið avgjørdi alt. Gareth Bale var síðsti walisari á bóltinum, men McAuley fekk heiðurin at koyra bóltin í egið mál, tá hann beint fyri nøsini á egnum málverja royndi at fáa bóltin burtur av vandaleið.



Tað var Wales, ið vildi meira í dystinum, og enntá fekk eitt mál kolldømt fyri steðgin, tá Aaron Ramsey var rangstaddur, áðrenn hann koyrdi bóltin í málið.Tá Norðurírland so eitt korter fyri tíð kom afturum, eydnaðist ikki av álvara at koma við einum móttrýsti, og tí vóru norðurírarnir ongantíð í nánd av fjórðingsfinaluni, men máttu síggja Wales skriva seg í søgubøkurnar í staðin.



So fæst at síggja, hvussu langt tað kann røkka hjá Gareth Bale, Aaron Ramsey, Joe Allen og hinum walisarunum, men lítið man vera at ivast í, at mótstøðan í næsta dysti verður ein heilt onnur, enn hon var í kvøld.