Walisisku spælararnir stórfegnaðust um íslendska sigurin

(Kykmynd) Síggj EM-hópin hjá Wales feira sigurin hjá Íslandi uttan minstu sympati fyri Onglandi

Tað eru fáir fótbóltsfjepparar í Skotlandi og Wales, sum hava tað allarminsta til yvurs fyri enska landsliðnum. Tað er ein kent hittinorð í Skotlandi, at teir stuðla altíð tveimum liðum: Skotlandi, og so liðnum, sum spælir ímóti Onglandi - og tað sama er galdandi í Wales.

 

Waliski EM-hópurin, sum ger klárt at spæla fjórðingsfinalu ímóti Belgia komandi fríggjakvøld tók sær av løttum, og menn sótu saman og hugdi at áttandapartsfinaluni millum Ísland og Ongland. Og tað var eingin ivi um, hvørjum walisarar hildu við.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr walisisku spælararnar feira sigurin hjá Íslandi ímóti Onglandi, so ein skuldi trúð, at tað merkti, at Wales hevði vunnið EM.

 

Bretski krúnprinsurin er The Prince of Wales, og tíðum hava walisarar, sum David Lloyd George, verið forsætismálaráðharrar í Bretlandi, men tá tað kemur til fótbólt, rugby og annan ítrótt, er eingin náði. Seinasta lið walisarar halda við í allari verðini er Ongland, og tað sama er galdandi fyri skotar.