Walter Sisulu deyður

Kendi suðurafrikanski mannarættindastríðsmaðurin Walter Sisulu er deyður, 90 ára gamal.

Walter Sisulu, ið saman við Nelson Mandela stóð á odda í stríðnum ímóti apartheidstýrinum í Suðurafrika, doyði mánadagin.

-Í 62 ár vóru lív okkara tvinnað saman. Vit hava býtt gleðina og pínuna av tí at liva. Vit høvdu felags sjónarmið og átóku okkum ábyrgd. Vit gingu lið um lið ígjøgnum deyðans dal, røktu sárini hjá hvør øðrum og styðjaðu hvør annan, tá beinini ikki orkaðu meiri. Tað er tómligt, nú hann er farin. Ein partur av mær er burturi, segði Mandela í einari kunngerð, stutt eftir at deyðsboðini av gamla vinmanninum og stríðsfelaganum vóru komin.

Walter Sisulu var føddur í 1912 ella sama árið, sum suðurafrikanska frælsisrørslan ANC varð stovnað. Longu sum smádrongur fekk hann at kenna sviðan av fátækradømi og rasuskilnaði. Saman við Nelson Mandela og Oliver Tambo, sum doyði í 1993, stóð Walter Sisulu á odda fyri ungdómsdeildini hjá frælsisrørsluni, og í 1949 varð hann valdur til aðalskrivara í ANC.

Í 1963 vórðu hann og fleiri aðrir svartir leiðarar dømdir lívlanga fongsulsrevsing fyri landasvik, og tey næstu 26 árini sat hann í ymsum fangalegum, tó meginpartin av tíðini á Robben Island saman við Nelson Mandela.

Tá Walter Sisulu varð latin leysur í 1989, var tað eitt tekin um, at dagarnir hjá apartheid-stýrinum vóru taldir. Nakrar mánaðir seinni varð Nelson Mandela eisini latin leysur, og Sisulu var tann fyrsti, sum møtti Mandela, tá hann kom út um fongsulsdyrnar.