Watford framvegis sera aktuelt

Fótbóltur: Hóast Jákup á Borg nú fer at royndarvenja við Liverpool í eina viku, er tað framvegis góður møguleiki fyri, at hann og Heðin á Lakjuni úr KÍ gera sáttmála við 1. deildarfelagið Watford

Jákup í Stórustovu, sum vegna Nordplayer hevur fingið sambandið millum Jákup á Borg og Liverpool í lag, sigur, at tað bert eru nakrir fáir dagar síðani tað kom upp á tal, at B36-áleyparin skuldi sleppa at royna seg hjá Liverpool.

? Samráðingarnar við Watford hava drigið rættiliga nógv út, og av tí hava vit roynt at fingið okkurt annað í lag, meðan vit hava bíðað. Tá vit so fingu møguleika fyri at senda ein ungan spælara til Liverpool, hildu vit, at Jákup var tann rætti. Hann er toppskorari í 1. deild og er eisini komin á A-landsliðið, sigur Jákup í Stórustovu.

Hann sigur, at Watford eru kunnaðir um, at Jákup á Borg fer til Liverpool í eina viku, og at London-felagið sum so einki hevði ímóti hesum. Hann væntar at fáa samráðingarboð frá Watford um Jákup og Heðin á Lakjuni eina ferð í næstu viku.

? Hetta er so eitt sera gott høvi hjá einum ungum føroyskum spælara at fáa eina heildarmeting frá nøkrum av heimsins bestu ungdómsvenjarum, sigur Jákup í Stórustovu.

Tá tú hugsar um, hvussu stórt felag Liverpool er, hevur felagið ikki havt serliga góðar umstøður fyri ungdómsfótbólti.

Men tað verður broytt nú. Felagið er í ferð við at byggja eitt sonevnt »fótbóltsakademi« við eini 15-16 spildurnýggjum vøllum í hálvari stødd, har arbeiðsumstøðurnar eisini verða nógv betraðar.


Tryggjaður

Ætlanin er, at Jákup á Borg, sum er 18 ára gamal, skal venja og búgva saman við U20-liðnum hjá Liverpool ? hetta eru spælarir, sum eru 19-20 ára gamlir.

Tað er ikki heilt bíligt at fara úr Føroyum til Onglands at spæla fótbólt, og her hevur Atlantic Airways og 3?arin verið hollur stuðul hjá bæði Jákupi og Heðini.

Tryggingarsambandið Føroyar hevur eisini givið Jákupi eina ferða- og fótbóltsítróttartrygging, sum flestallir yrkisleikarar hava í dag.