Hóast Paul Watson hevur boðað frá, at hann í dag skuldi vera ávegis Føroyum, so liggur Ocean Warrior framvegis við bryggju í Hetlandi.
Orsøkin til hetta er, at myndugleikarnir í Hetlandi vilja hava Watson at undirskriva eitt skjal, har hann lovar, at hann ikki skal koma inn í føroyskt sjóøki.
Hetta er hent, eftir at føroysku myndugleikarnir hava gjørt vart fyri myndugleikunum á Caymen Islands, har skipið er skrásett, at Watson hevur brotið seg inn á føroyska lóg, umframt at hann eisini hevur fingið tvær bøtur fyri hetta.
Sum vera man, so noktar Watson fyri at undirskriva skjalið. Hann ætlar sær framvegis til Føroya at verja grindahvalin, sigur hann.