Paul Watson, leiðari av felagsskapinum Sea Shepherd, er í øðini inn á føroyska rockbólkin Týr, sum í hesum døgum er á konsertferð í USA og Kanada.
Paul Watson samantvinnar Týr og grindadráp, millum annað tí at sangarin Heri Joensen luttekur í grindadrápi, og hann mælir fólki til at mótmæla og boykotta konsertir hjá bólkinum.
Les eisini: Týr: Vit hava tað gott her
Seinastu vikuna hevur Paul Watson fleiri ferðir skrivað longri boð á sín facebook vanga, har hann ger vart við, hvar Týr spælir júst nú, og at fólk eiga at mótmæla konsertunum.
Í New York møttu nøkur fá fólk upp at mótmæla í sambandi við konsert hjá Týr leygarkvøldið, og tey royndu at provokera serliga sangaran Hera Joensen.
– Har var eitt lítið mótmæli í Brooklyn, eg sá fýra fólk. Tvey av teimum komu inn aftan á konsertina og róptu onkur ókvæmisorð, meðan tey tóku video við telefon beint upp í andlitið á mær. Tey royndu at stoyta øl á meg. Tey vóru tó skjótt blakað út, og eg sá tey ikki aftur, sigur Heri Joensen.
– Tað var sum so ikki verri enn tað, vit hava sæð fyrr frá Sea Shepherd í Føroyum. Sami hysteriski stílur, sigur hann.