Watson: Føroyingar tora ikki

Sambært Paul Watson trektu føroyskir myndugleikar seg frá einum beinleiðis sjónvarpskjaki við seg um grindadráp.

Paul Watson er aftur upp á spæl. Í dag boðar hann frá, at føroyskir myndugleikar ikki tora at møta honum til beinleiðis kjak. 

 

Sambært leiðaranum hjá Sea Shepherd skuldi hann í gjár kjakast beinleiðis við eitt umboð fyri føroyskar myndugleikar í eini sending á sjónvarpsrásini RT Television, sum er Russia Today. Paul Watson vil vera við, at føroyskir myndugleikar fyrst søgdu ja, men síðani trektu seg frá kjakinum. 

 

Paul Watson endurgevir brævið, hann fekk frá Russia Today, har ført verður fram, at føroyskir myndugleikar settu ófrávikiligar treytir, fyri at luttaka í nøkrum kjaki á Russia Today.

- Vit hava fingið eitt alment svar frá umboðnum fyri føroyingar, og tey nokta at tosa við okkum, uttan so, at vit taka niður nakrar av gomlu kykmyndunum hjá okkum. Ei heldur vilja tey kjakast við Paul Watson beinleiðis. Hetta er óheppið, av tí at vit halda, og eg eri vísir í, at tú ert samdur, at hetta hevði verið eitt kærkomið høvi já báðum síðum at traðka fram og greiða frá sínum sjónarmiðum, stendur at lesa í brævinum frá Russia Today.

 

Paul Watson heldur, at tað er skammiligt, at føroyska umboðið krevur, at kykmyndirnar verða tiknar niður, áðrenn nakað kjak ella nøkur samrøða kann vera. 

- At teir nokta at møta mær er tó ikki óvæntað, tí teir megna ikki at verja teirra grinda- og delfindráp, skrivar Paul Watson.