Watson hevur loyvi at koma

Eingin kann forða Paul Watson at stiga í land í Føroyum, bara hann fylgir landsins lógum

Paul Watson í Sea Shepherd hevur boðað frá, at hann kemur til Føroya leygardagin.
Skip hansara Steve Irwin ætlar at koma fyrr, men beint fyri døgurða í dag var skipið enn ikki farið úr Hetlandi.
Tá ið Paul Watson var í Føroyum og gjørdi um seg í 1986, vrð hann vístur út um tríggjar fjórðingar, og hann fekk bót.
Bótin er ongantíð goldið, men nú er hon fyrnað. Dómurin varð ongantíð kunngjørdur fyri honum, og tí eru bæði bót og bururvísing nú úti av verðini.
Hóast Paul Watson hevur loyvi at koma til Føroya, fylgir politiið væl við, hvar maðurin og skip hansara eru.
Peter Taysen, løgregluovasti sigur, at politiið í Føroyum hevur verið fyrireikað til móttøkuna alt summar. Løgreglan hevur samstarvsfelagar bæði í Føroyum og í Hetlandi og fær fráboðanir frá teimum, um nakað er at frætta.
Hitt skipið, Birgitte Bardot, hevur verið í Føroyum í tvær vikur og siglt millum oyggjarnar. Manningin hevur tosað við føroyingar, fremmandafólk og felagsskapir, og alt hevur gingið friðarliga fyri seg.