Watson og grindin - Greenpeace og oljan

EIN av teimum mest víðgongdu sokallaðu umhvørvismonnunum í heiminum í dag, Poul Watson frá EIA, Environmental Investigation Agency, er á veg til Føroya. Ørindi hansara og hjá umleið 50 fólkum hann hevur við sær er at forða føroyingum í at drepa grind. Tað eru nú nógv ár síðani, at sami Watson var í Føroyum. Hvat tá hendi minnast flestu okkara. Spurningurin er, hvat nú fer at henda? Hvørja ávirkan hava vit á tað, sum kann fara at henda? Hava vit gjørt okkum greitt, hvat tað vil siga, at hesin nógv umrøddi umhvørvismaðurin nú ætlar sær at forða føroyingum at reka og halda grind til?

FØROYINGAR standa helst saman sum ein maður, tá tað um slíkt ræður. Hetta er tann vanliga fatanin: at vit vilja ikki finna okkum í, at útlendingar koma til okkara og vilja forða okkum í at drepa grind. Og vandi er fyri, at kemur tað til skarpskeringar, so verður mannablóð at flóta. Tað er tí øll orsøk til at gera sær hetta greitt: hvat fara tiltøk frá Watson og móttiltøk frá okkum sjálvum at føra til? Og hvussu fer ein veruliga vanlukka at verða umrødd úti í heimi. Nú globaliseringin vindur alt meira uppá seg við eitt nú internetinum og tann grøna bylgjan uttan iva fer at vinna størri og størri frama, so er greitt, at alheimsins eygu fara at verða vend móti Føroyum í eini álvarsligari vanlukkustøðu millum Watson og føroyingar. Hetta vita vit er júst tað Watson vil. Spurningurin er, hvat vit vilja. Hóast flest okkara ikki góðtaka metodurnar og hugsunnarháttin hjá Watson og hansara fólki, so eiga vit ongantíð at vera so avgjørd, at vit ikki vilja tosa um hesi viðurskiftini. Tað verða vit eisini noydd til, nú heimurin verður minni og øll koma hvørjum øðrum meira við. So spurningurin er eisini, um ikki vit føroyingar sakliga og opið eiga at taka dialogin upp um grindina - uttan uppá forhond at hava lagt okkum eftir nakrari ávísari niðurstøðu. Onkur vil fara so langt sum at siga: lat Watson greiða frá, hvat hann hugsar og heldur. Tá avvápna vit hann. Onkur annar sigur beint tvørturímóti: at vit mugu ikki víkja ein tumma. Gevur tú einum manni sum Watson lítlafingur, so tekur hann alla hondina. Løgreglan hevur ein týðandi leiklut í hesum. Tað er umráðandi, at hon brúkar vit og skil og hevur psykologi sum eitt av amboðunum í hesum torføra máli. Tað er sjálvandi av týdningi at hava eina avgjørda støðu til slík fólk, men tað er ikki altíð, at tað er rætt at brúka vald til at fáa tað besta burturúr. Eingin ivi er um, at løgreglan fer at fáa eina torføra uppgávu, tí mugu vit eisini vóna, at hon er væl fyrireikað.


EIN onnur ?hóttan? kann koma frá einum øðrum umhvørvisfelagsskapi kanska næsta summar. Tá oljuleitingin av álvara fer at taka seg upp á opnum havi við Føroyar kunnu vit rokna við, at Greenpeace fer at forða boripallum og skipum at arbeiða. Hetta hava teir gjørt í skotskum øki, so hví ikki eisini hjá okkum. Eisini her hevur tað týdning, at føroysk løgregla og lóggáva er klár og greið. Men harfyri eiga vit at umrøða spurningin um framtíðar orkukeldur. Tí er eisini rætt í hesum førinum at vísa vælvild og taka upp dialogin um okkara felags framtíð - eisini við umhvørvisfelagsskapirnar. Harfyri nýtast vit ikki at vera samd við teir.;ar so ræðuliga flott . Men í mínari verð skal granskingin her í nógv størri mun vera vørumenning. Samstundis skulu vit hava fólk við evnum og kunnan til at taka ting uttanífrá, sigur Magnus Pauli.

- Men grundgranskingini kunnu vit heldur ikki sleppa, heldur Guðrið.

- Gransking er ein altjóða uppgáva. Skalt tú fáa fatur á tí, hini hava, mást tú sjálvur lata nakað, sigur Óluva, sum sjálv er við í einari norðurlendskari verkætlan:

-Tey høvdu ikki tímað at havt meg við, um eg ikki kundi lata eitt einasta úrslit og ongan granskingarførleika hevði. Tí mugu vit fylgja reglunum, sum eru galdandi innan altjóða vísund og millum annað útbúgva okkum sum granskarar á PhD-støði osfr.

Tey fýra nevna fleiri enn tíggju áhugaverd øki sum granskast kann í í Føroyum. Tey fevna um alt frá heilsufrøðiligari matvørutrygd, um hjáframleiðslu av fiskarestum til aling av nýggjum fiskasløgum og mangt, mangt annað. Og tað er helst eingin orsøk at óttast, at granskararnir gerast arbeiðsleysir í nærmastu framtíð. Sitandi landsstýri hevur sagt seg vilja satsa uppá hetta øki, sum granskingarmálaráðharrin Høgni Hoydal í útvarpinum nevndi »okkara mest afturútsiglda øki«.

Fimm milliónir eyka eru settar av á ársins fíggjarlóg til praktiskar fiskivinnuroyndir. Hetta kemur afturat átta milliónum, sum árliga verða settar av til fiskivinnuroyndir. Hesir pengar verða býttir í millum Fiskirannsóknarstovuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Menningarstovuna.