Tað vakti ans í Danmark og í øðrum londum, at eitt av kendastu ferðamálunum í landinum hevði verið fyri herverki fyrranáttina. Lítla Havfrúgvin í Keypmannahavn var smurd inn í reyða máling, sum skuldi ímynda blóð frá grindadrápi, og politiskur boðskapur um grindadrápið var skrivaður á vegin framman fyri standmyndina.
Felagsskapurin Sea Shepherd, sum síðani áttati árini hevur stríðst ímóti grindadrápinum, varð settur í sambandi við herverkið, men leiðarin fyri norðurlendsku deildina avsannaði, at tey høvdu nakað við tað at gera.
Í gjárkvøldið viðmerkti eisini ovasti leiðarin í Sea Shepherd hendingina.
- Sea Shepherd hevði ikki ábyrgdina og hevði onga vitan um gerðina. Sea Shepherd er ikki partur av slíkari sabotasju, sigur Paul Watson.
Hann brúkar eisini høvið at siga sína hugsa um grindadrápið, og hann vísir á, at tað tykist løgið, at fólk verða so uppøst av einum herverki, men leggja einki í grindadrápið.
Paul Watson vil hvørki stuðla ella fordøma herverkið á Lítlu Havfrúnna.