Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá Onglandi. Aftaná 4 dystir, harav tríggjir hava verið á útivølli, hevur Ongland fult stigatal, 12 stig. Í kvøld vann Ongland 3-1 á Hvítarusslandi á Dinamo Leikvøllinum í Minsk. Liverpool-liðskiparin, Steven Gerrard legði Ongland fram um aftaná 11 minuttirs spæl við einum rimmar langskoti. Tá góður hálvur tími var farin javnaði Pavel Sitko fyri heimaliðið. Ì 2. hálvleiki setti Wayne Rooney tingini uppá pláss við tveimum málum við tveimum málum, so Ongland vann 3-1. Enskir fjølmiðlar eru samdir um, at talan er um besta tíðarskeiðið hjá Rooney á enska landsliðnum, síðani EM-endaspælið í Portugal í 2004. Italski landsliðsvenjarin hjá Onglandi, Fabio Capello verður eisini nógv róstur av ensku miðlunum. Ongland hevur 4 av teimum 6 dystunum, sum eftir eru í bólkaspælinum á heimavølli, og tí eru fyritreytirnar fyri einum plássi Í HM-endaspælinum í 2010 avgjørt til staðar.