Wayne Rooney hattrick bjargar Manchester United

Upp á 25 minuttir vendi Manchester United hóttandi 2-0 tapi til 4-2 sigur. Wayne Rooney skoraði reitt hattrick og hevur nú skotið 101 mál í Premier League. Trý brotsspørk, dramatiskur endi, umtalaðar dómaraavgerðir og Wayne Rooney í góðum lag. Dysturin á Upton Park millum West Ham og Manchester United hevði alt sum ein Premier League dystur skal hava.

 

Manchester United hevði bóltin fyri tað mesta fyrstu løtuna, men eftir 11 minuttir fór West Ham bráddliga í mótálop. Tað endaði við, at dómarin bríkslaði fyri brotssparki eftir at bólturin kom í hondina á Patrice Evra. Mark Noble umsetti til mál. Tá 25 minuttir vóru spælir var aftur gali í verjuni hjá Manchester United. Carlton Cole rak framvið Nemanja Vidic, sum feldi West Ham framherjan. Sjálvur var Nemanja Vidic ikki í iva um, at brotsgerðin var gjørd uttanfyri brotssteigin, men dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Aftur var Mark Nobel tryggur úr 11 metrum.

 

Stutt fyri hálvleik var Nemanja Vidic kanska eitt sindur heppin bara at fáa gult kort, tá hann feldi Demba Ba á veg móti málinum. Sjónvarpsmyndirnar vísa tó, at Manchester United málmaðurin helst hevði fingið fatur á bóltinum, tí var gula kortið helst í lagi.

 

Í hálvleikinum skifti leikbannaði Sir Alex Ferguson Javier Hernandez inn fyri Patrice Evra og setti Ryan Giggs at spæla vinstra bakk. Tað skuldi vísa seg ikki at verða so býtt. Men maðurin, ið hevði X-factor í dag var tó Wayne Rooney.

 

Klokkan á Upton Park vísti 65 minuttir, tá Wayne Rooney krúllaði eitt fríspark rundan um manngarðin hjá West Ham og í málið. Teir gløggu tipparnir høvdu longu sett pengar á Manchester United at vinna, tí hetta hava teir gjørt fleiri ferðir í ár. Átta minuttir seinni var Wayne Rooney aftur upp á spæl og við málið nummar 100 í Premier League javnaði hann.

 

Góðar tíggju minuttir fyri tíð fekk Manchester United so brotsspark. Fabio Da Silva sendi bóltin í hondina á West Ham liðskiparinum, Matthew Upson. Dómarin bríkslaði fyri triðju ferðir í dystinum fyri brotssparki. West Ham leikararnir vóru í øðini inn á dømingina, tí teir mettu ikki, at Matthew Upson kundi gera nakað við hondina, tí frástøðan var so stutt millum Fabio Da Silva og Matthew Upson.

 

Wayne Rooney var tryggur úr 11 metrum og skroaði sítt fjórða hattrick í Manchester United troyggjuni. Stutt fyri tíð økti innskifti Javier Hernandez til endaliga úrslitið 4-2 til Manchester United.

 

Manchester United liggur í løtuni átta stig frammanfyri Arsenal, men hevur spælt tveir dystir fleiri. Arsenal spælur klokkan 17:30 í kvøld.

 

Premier League dystir í dag:

 

West Ham ? Manchester United 2-4

Birmingham ? Bolton (15:00)

Everton ? Aston Villa (15:00)

Newcastle ? Wolves (15:00)

Stoke ? Chelsea (15:00)

WBA ? Liverpool (15:00)

Wigan ? Tottenham (15:00)

Arsenal ? Blackburn (17:30)